Klokkan 09.03 í morgun varnaðust fólk at eldur var í einum sethúsum í Søldarfirði.
Sløkkiliðið og løgregla og sjúkrabilur kom á staðið og umleið klokkan 11 var eldurin sløktur. Fólk á staðnum siga við 24.fo at tað vóru eingi fólk inni í sethúsunum tá eldur kom í. At síggja til, so er stórur eld- og vatnskaði.
Løgreglan var á staðnum og leiddi ferðsluna fram við rbeiðsøkinum hjá sløkkiliðsbilunum.
Greinin verður dagførd við fleiri myndum og video.