Home VinnutíðindiFiskivinna Makrelurin etir tríggjar milljónir tons í føroyskum sjógvi

Makrelurin etir tríggjar milljónir tons í føroyskum sjógvi

by OML

Makrelurin í føroyskum sjógvi etur seg stóran og feitan. Vit endurgeva her grein frá Vinnuvitan frá 26/05/14 Skrivað hevur Árni Gregersen

Tað vísa kanningar, sum Havstovan hevur gjørt. Kanningar yvir tvey ár vísa, at makrelurin veksur í meðal við 61 prosentum, ta tíð hann er í føroyskum sjógvi frá apríl til september.

Meðan makrelurin er í føroyskum sjógvi etur hann mest reyðæti. Tað er ikki fyrr enn tíðliga á heysti, at annað enn djóraæti verður etið. Tá er talan um hvítingsbróðir og brisling, og nakað av nebbasild.

Tað eru ikki smávegis nøgdir, sum skulu til at gøða makrelin, mánaðirnar hann er her. Um vit sum eitt einfalt dømi siga at ein millión tons av makreli koma inn í føroyska økið at fita seg upp, so er talan um 1,6 milliónir tons, sum fara úr aftur økinum um heystið, tí miðalvøksturin er um 60% fyri 3-6 ára gamlan makrel.

Altso verða 600.000 tons løgd afturat upprunaligu vektini. Vanliga verður roknað við, at 20 prosent av vektini verða førd víðari frá einum liði í føðiketuni til tað næsta, so í veruleikanum skal makrelurin eta tríggjar milliónir tons av føði, meðan hann er í føroyska økinum.

http://www.vinnuvitan.fo/makrelurin-etir-triggjar-milljonir-tons-i-foroyskum-sjogvi/

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.