Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Viðvíkjandi brekpolitisku heildarætlanini

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen.

 Løgtingsmál nr. S-4/2016: Viðvíkjandi brekpolitisku heildarætlanini

 

  1. Hvussu gongur við brekpolitisku heildarætlanini?
  2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at hendan ætlan verður liðug?

Viðmerkingar

Í 2009 setti táverandi landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, altjóða sáttmálan fyri fólk, ið bera brek, í gildi fyri Føroyar. Hetta var eitt stórt fet til tess at betra um viðurskiftini hjá fólkum, ið bera brek í Føroyum.

Við støði í hesum sáttmála eru ábøtur gjørdar á økinum seinastu árini. Nevnast kann kunngerðin um atkomuviðurskifti, lóggáva er sett í gildi, sum forðar fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna brek, og útbyggingar eru gjørdar innan skúlaøkið, har serflokkar eru settir á stovn bæði innan fólkaskúlan og í miðnámsskúlunum. Arbeiðið við at orða eina nýggja tænastulóg til fólk við serligum avbjóðingum er byrjað, umframt at nógvar íbúðir eru bygdar kring alt landið.

Síðani 2009 hava Føroyar tvær ferðir verið til próvtøku í ST. Umframt at Føroya landsstýri hevur latið ST frágreiðing um støðuna á brekøkinum í Føroyum, so hevur MBF somuleiðis latið eina skuggafrágreiðing, sum lýsir manglar á økinum, sæð frá teirra sjónarhorni. Seinasta próvtøkan var í 2014, og í skuggafrágreiðingini hjá MBF varð víst á fleiri øki, har tørvur var á batum m.a.:

 

Eftir próvtøkuna varð m.a. staðfest, at tørvur var á at fáa eina eind í fyrisitingini (sbr. grein 33), sum hevði ábyrgd av at samskipa alt brekpolitiska økið, og at tørvur var á at fáa eina brekpolitiska virkisætlan fyri tey komandi árini.

Á vári 2015 varð hetta málsøki lagt til landsstýrismannin í almannamálum at fyrisita. Hóast val var í eygsjón, og landsstýrisfólk høvdu úr at gera, varð sjøtul settur á at gera eina heildarætlan fyri brekpolitiska økið fram til 2020. Arbeiðið varð ikki reiðiliga byrjað, so varð val útskrivað, og tá steðgar alt politiskt arbeiði. Síðani er nýggj samgonga komin til, og tí er áhugavert at vita, um hetta arbeiðið verður tikið upp aftur, ella um landsstýrið hevur slept hesi ætlan. Hóast batar eru gjørdir á økinum seinastu árini, er enn langt á mál, og fyri at røkka málinum í ST sáttmálanum fyri fólk, ið bera brek, er tørvur á at hava eina miðvísa kós og ætlan fyri at røkka málinum tey komandi árini. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen.

Á Løgtingi, 17. august 2016

Annika Olsen