Home Tíðindir Føroyingar bera størsta vøksturin í gistingum í ferðavinnuni

Føroyingar bera størsta vøksturin í gistingum í ferðavinnuni

by OML

Fyrra hálvár í ár vóru 69.400 gistingar í ferðavinnuni, tað eru um 1.700 fleiri enn fyrra hálvár í fjør, svarandi til ein vøkstur á 2,5%. Aftan fyri hesi heildartøl liggur ein sera ymisk gongd fyri Suðurstreym, har gistingarnar vóru 3.000 færri, og Føroyar annars, har gistingarnar vóru 4.700 fleiri. Her skal havast í huga, at óvanliga stórur vøkstur var í ferðavinnuni fyrra hálvár í fjør í samband við sólarmyrkingina í mars 2015.

Ikki bara innlendis í Føroyum, men eisini millum londini, hagani fólkini koma, eru sera stórar umskaringar í gistingartølunum. Øðrumegin er stórur vøkstur við eini 5.000 fleiri gistingum frá fólki búsitandi í Føroyum, eisini úr Danmark og Noregi við umleið 2.000 tilsamans, og ein minni vøkstur úr Týsklandi og Fraklandi við umleið 400 tilsamans. Hinumegin hevur verið ein stór minking á eini 5.000 gistingum hjá fólki úr flestu øðrum londum.

Tá talan er um innskrivingar av persónum, er tað ein vøkstur á eini 1.100, frá 27.300 fyrra hálvár 2015 til 28.400 fyrra hálvár 2016. Tað svarar til ein vøkstur á 4%.

Hvussu verður talt
Ein gisting verður tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, sum skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, tað er  tal av fólki, sum kjekka inn í eitt gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita, uttan mun til hvussu leingi støðgað verður.

 


Vøkstur alt árið
Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur heilt frá ársbyrjan 2013, tá Hagstovan í samstarvi við Visit Faroe Islands fór undir at innsavna hagtøl um gistingar kring landið. Vøksturin er tó størstur um várið og summarið. Serliga var stórur vøkstur í mars í fjør í samband við sólarmyrkingina, men eisini alt várið og summarið var munandi vøkstur. Sólarmyrkingin í fjør sæst so eisini aftur í, at vøksturin hevur verið munandi minni fyrstu mánaðirnar í ár.

Í samband við hagtølini fyri mars í fjør, tá sólarmyrkingin var, skal viðmerkjast, at gistingar við ferðafólka- og hotellskipum ikki eru taldar við, ei heldur nógvar av gistingunum, har ferðafólk leigaðu bústað frá privatum.

Flestu gistingar hjá ferðafólki úr Danmark
Verður hugt eftir hvaðani ferðafólkini koma, so eru tær flestu gistingarnar, 33%,  hjá fólki, sum búgva í Danmark. Harnæst eru tað fólk, sum búgva í Føroyum, ið eiga 30% av gistingunum. Síðani eru tað fólk úr øðrum Norðurlondum enn Danmark og Føroyum við 18%. Síðani fólk úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond við 15%, og so er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa.


Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey úr Noregi, Týsklandi, Íslandi, Bretlandi og Svøríki. Tó er talið av gistingum hjá fólki úr Bretlandi minkað við einum fjórðingi. Úr øðrum europesiskum londum er talið av gistingum minkað við eini helvt og úr Norðuramerika við einum triðingi.

 

Vøksturin uttan fyri Suðurstreym er størri enn minkingin í Suðurstreymi
Tað vóru eisini stórar umskaringar í gistingartølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars: 3.000 færri í Suðurstreym og 4.700 fleiri uttan fyri Suðurstreym.

Av teimum 69.400 gistingunum fyrra hálvár 2016 vóru 43.354 í Suðurstreymi, svarandi til 62%, og uml. 26.046 í Føroyum annars, svarandi til 38%. Til samanberingar var hetta lutfallið 68% og 32% sama tíðarskeið í fjør.

90% av gistingum í Suðurstreymi í gistingarhúsi – 68% í Føroyum annars
Verður hugt eftir gistingarhátti er stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars. 90% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru í gistingarhúsi, samanborið við 68% í Føroyum annars. Bert 6% av gistingunum í Suðurstreymi vóru í íbuð ella húsi, samanborið við 14% í Føroyum annars. Enn størri var munurin í kamping, sum bert stóð fyri 2% av gistingunum í Suðurstreymi men 17% í Føroyum annars. Minsta talið av gistingunum var sum ból og biti, einans 2% í Suðurstreymi og 1% í Føroyum annars.

Verður hugt eftir broytingini frá fyrra hálvári 2015 til 2016 er hon eisini sera ymisk fyri Suðurstreym ávikavist Føroyar annars. Í Suðurstreymi halda gistingarhúsini tørn, meðan tað er stór minking í øllum hinum gistingarháttunum. Í Føroyum annars er 28% vøkstur hjá gistingarhúsunum og meir enn tvífalding fyri kamping, meðan stór minking á 40-50% er fyri íbúð/hús og ból og bita.

Í miðal gista ferðafólk 2-3 nætur
Í gistingarhagtølunum eru eisini upplýsingar um tal av innskrivingum, so sum sæst í talvuni omanfyri. Út frá tí ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í talvuni niðanfyri. Her er miðaltalið fyri gistingarhús 2,4 nætur í Suðurstreymi og 2,0 nætur í Føroyum annars. Nakað longri er tað fyri ból & bita og íbúð/hús, serliga í Suðurstreymi. Størsti munurin er í kamping við 1,7 nætur í Suðurstreymi og 3,5 nætur í Føroyum annars.

62% av gistingum í gistingarhúsum eru í frítíðarferð
Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum  eru býttar eftir endamáli við ferðini, alt eftir hvaðani ferðafólkini eru. Hesar upplýsingar eru bert frá gistingarhúsum og ikki frá ferðafólki í íbúð/húsi, kamping ella bóli og bita.

Her er endamálið býtt í tvey, frítíðarferð ella starvsferð. Sum heild er næstan tveir triðingar, 62%, har endamálið er frítíðarferð, og tann minni parturin er starvsferð.

 

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Kelda: Hagstova Føroya » 09. september 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.