Home Fólk & Samfelag Heðin Mortensen á ST aðalfundin í New York í morgin

Heðin Mortensen á ST aðalfundin í New York í morgin

by OML

Nú í mong ár hevur Føroya Løgting havt møguleika at havt umboð á aðalfundin hjá ST í New York, sum verður hildin frá sept. til nov. Føroya Løgting hevur hesi mongu árini sent tvey umboð til fundin, har annað umboðið er við til fyrru helvt av fundinum og hitt seinnu helvt. Flokkarnir hava so valt umboð, og skipanin er, at allir flokkar fáa høvið at senda umboð.

Í morgin fer Heðin Mortensen frá Javnaðarflokkinum til aðalfundin í New York, og tá hann kemur aftur í næsta mánaða, fer Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir frá Fólkaflokkinum til New York.

Hetta er eitt gylt høvi hjá føroyskum politikkarum at fáa innlit í stórpolitikk, tí stóru málini á aðalfundinum  eru kreppurnar runt um í heiminum eitt nú í Sýria.

Vanligt hevur eisini verið, at føroysku umboðini senda tíðindir heim um stórmál, og at okkara fjølmiðlar tosa við umboðini.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.