Fyri aðru ferð skipaði Klaksvíkar kommuna fyri altjóða degi ella á enskum “International Day”, og undirtøkan var sera stór, tí talið av gestum var oman fyri 300, og 12 lond vóru umboðað.
“International Day”, sum í ár varð hildin leygardagin 3. september, er partur av integratiónspolitikkinum hjá Klaksvíkar kommunu. Tiltakið hevur til endamáls at varpa ljós á tað ríka fjølbroytni, sum tilflytararnir skapa í Klaksvík, at kunna og skapa tilvit í lokalsamfelagnum um hetta áhugaverda ríkidømi og at knýta sambond og vinabond.
Bæði í fjør, tá ið tiltakið fyrstu ferð varð roynt, og í ár var Miðhøllin á Skúlatrøð fylt við forkunnugum kryddurtum og lukti, sum vanliga ikki eru at finna í Føroyum, og í ár fevndi altjóða dagurin harumframt um sang- og tjóðarframførslur á pallinum.
Altjóða dagurin, sum í ár fevndi um 12 lond, byrjaði klokkan 11 fyrrapartin við at Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, beyð vælkomið og setti tiltakið, og skjótt var Miðhøllin á Skúlatrøð og hølini uttanum væl fylt av fólki. Alt var ókeypis, og tí var heldur eingin neyv skráseting av vitjandi, men fyrireikararnir meta, at talið av luttakarum og gestum var oman fyri 320.
– Eg haldi, at hetta tiltakið var eitt stórt hit, har serliga tann altjóða mat-buféin var væl umtókt, sigur Robyn Patawary, sum er ein av limunum í integratiónsnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.
– Seinasta ár høvdu vit umleið 200 gestir, men í árfór talið væl upp um 300, og alt varð væl etið upp. Ikki eingong eitt rís var eftir á borðinum, sigur ein væl hýrdur Robyn, sum veit nógv um mat og matgerð, tí hann er sjálvur vinnurekandi á tí økinum.
“International Day” var eitt høvi hjá ymsum mentanum, sum eru umboðaðar í Klaksvíkar kommunu, at umboða sítt land og sína mentan, og at kunna lokalu íbúgvarnar um teirra uppruna, sum ikki kann lærast á Google. Eitt ískoyti, sum varð lagt afturat í ár, vóru tær mentanarligu framførslurnar, ið summi av londunum høvdu, herundir ein tjóðardansur úr Filipsoyggjunum.
Ikki minst var skráin fyri altjóða dagin í ár víðkað til eisini at fevna um nakrar føroyskar framførslur við luttøku av lokalu listamonnunum Archibald Black, Rani Nolsøe og Danny and the Veetos. Integratión er ein tvívegis tilgongd, og tí ynskja fyrireikararnir av altjóða degnum eisini at varpa ljós á vakurleikan og týdningin av føroyska mentanararvinum.
Fleiri myndir