Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Magnus Heinason kannað firðir

Seint í august á hvørjum ári ger Magnus Heinason ein stuttan túr í nakrar av okkara firðum. Tann 30. august var skipið á Skálafjørðinum, Kaldbaksfirði, Tangafirði, Árnafirði og í Hvannasundi.

Mátingar vórðu gjørdar av m.a. havfrøðiligum viðurskiftum og av oxygeninnihaldinum í sjónum, umframt at botnurin bleiv kannaður.

Í Skálafjørðinum er vanligt, at sjógvurin innan fyri Saltnesgrynnuna, frá umleið 40 metra dýpi og niður á botn er avlæstur um summarið, og tí minkar innihaldið av oxygeni í hesum sjónum, sum summarið líður. Mátingarnar vístu, at niðri við botn, í dýpinum innan fyri Saltnesgrynnuna, var eitt sindur yvir miðal hesa ársins tíð.

Í Kaldbaksfirði var sjáldsama lítið av oxygeni niðri við botnin. Innihaldið var einans 1,3 mg/L. Orsøkin er helst, at lítið av oxygenríkum sjógvi er blandað niður ímóti botni ta seinastu tíðina.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.