Seinastu tvey árini hevur Linda Kjærbæk Hansen verið í skrivstovulæru hjá Klaksvíkar kommunu og er nú liðug við serliga góðum skoðsmálum fyri endauppgávuna.
Í hesum sambandi varð týsdagin skipað fyri hátíðarløtu, har Linda fekk handað lærubrævið og eitt blómutyssi frá Jógvan Skorheim, borgarstjóra.
Borgarstjórin helt eina røðu fyri Lindu í samband við seinasta dagin, har øll starvsfólkini í húsinum vóru savnað. Hann nevndi m.a. hennara blíða og stillføra lyndi, sum eisini er ein góð móttøka til allar okkara borgarar, ið dagliga vitja Miðlan.
Linda hevur einamest havt sæti í Miðlan, meðan hon hevur staðið í læru, men hevur eisini verið á deildunum runt í húsinum.
Í næstum verður nýggur næmingur tikin í læru. Býráðið hevur ta skipan altíð at hava ein skrivstovunæming.
Klaksvíkar býráð ynskir Lindu Kjærbæk Hansen góða eydnu.
Fleiri myndir
klaksvik.fo 16-09-2016