Home Fólk & Samfelag Eysturkommuna fingið nýggja heimasíðu

Eysturkommuna fingið nýggja heimasíðu

by OML

Eysturkommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan er munandi meira brúkaravinarlig til fartelefonir, umframt at hon hevur fleiri hentleikar til borgaran.

– Vit hava seinastu árini sæð, at alsamt fleiri vitja heimasíðuna við fartelefonini, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Vit mettu tað av stórum týdningi, at borgarar eisini hava lætta atgongd til upplýsingar og tænastur á síni snildfon, og hetta var gamla heimasíðan ikki sniðgivin til.

Umframt at vera lættari at lesa á fartelefonini, hevur nýggja síðan ymsar nýggjar hentleikar. Oyðubløð eru løtt at finna og fylla út á heimasíðuni. Ein nýggj korttænasta ger tað møguligt hjá borgarum at síggja yvirlit yvir matrikul, leiðingar o.a. í kommununi. Harafturat er leitirúturin á heimasíðuni serliga mentur til at gera tað lætt hjá borgarum at finna tað, sum tey hava tørv á.

Umframt tíðindi og kunning, er ein nýggjur táttur tikin upp á nýggju heimasíðuni, har fokus verður sett á fjølbroytta vinnu- og mentanarlívið í kommununi. Við jøvnum millumbilum verða greinar lagdar út um verkætlanir, fyritøkur og tiltøk í kommununi.

– Vit eru sera fegin um nýggju heimasíðuna og samstarvið við Beak, sum hevur ment nýggju síðuna, sigur Jóhan. Vit bjóða borgarum og øðrum vælkomnum at vitja síðuna, fylgja okkum á Facebook fyri at frætta um hvat rørir seg í kommununi og at geva okkum afturmelding um, hvat vit kunnu gera betur.

Eysturkommuna2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.