Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Konni Kass er, sum ein av bara átta altjóða tónleikarum, tilnevnd Anchor 2016

Photo: Beinta á Torkilsheyggi Styling: Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson

TÍÐINDASKRIV Konni Kass er, sum ein av bara átta altjóða tónleikarum, tilnevnd Anchor 2016 prísin á Reeperbahn festivalinum í Týsklandi. Her skulu tey komandi vikuskiftið spæla heilar tvær konsertir í kappingini, og harafturat verða í tveimum landsumfevnandi útvarpssamrøðum.

Anchor 2016 er ein nýggjur prísur, sum verður givin til mest lovandi altjóða tónleikafólkið. At Konni Kass er millum tey, sum sleppa at føra seg fram á Reeperbahn kann hava ómetaligt virði, og harafturat at verða tilnevnd henda prísin er ein sannur heiður. Millum kendu nevningarnir eru til dømis tiltikni MTV verturin Ray Cokes og David Visconti, framleiðari hjá U2 og David Bowie. Reeperbahn er ein stórur festivalur har tónleikavinnufólk og tónleikafjepparir koma fyri at finna, uppliva og ikki minst møta tí næsta stóra navninum í tónleiki. Áhugin uttanlands fyri Konni Kass er sjónskur, og framførslan á Spot Festival í Århus í mai 2016 úrslitaði í altjóða plátusáttmála og bókingaravtalum fyri Skandinavia og týskttalandi marknaðin (Týskland, Sveiss, Eysturríki). Í summar spældu tey á G! Festival og vóru korin at móttaka Væl á Veg virðislønina. Fyri framman standa framførslur á Reeperbahn Festival í Hamburg í september og Iceland Airwaves í Reykjavík í november. Ein avbera lovandi framtíð fyri hendan føroyska bólkin, sum kemur við debutplátuni ”Haphe” 11. november í ár. https://www.reeperbahnfestival.com/en/festival/konni-kass http://www.anchor-award.com/ http://beehy.pe/konni-kass-haphe-faroe-islands/ P/F Tutl International Reynagøta 12, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Teldupost: shop@tutl.com