Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nýggjur bóklingur “New to the Faroe Islands” við hentum gerandisupplýsingum til tilflytarar

Vit á Útlendingastovuni eru errin av loksins at kunna leggja fram bóklingin “New to the Faroe Islands”. Hesin bóklingur – fyrstur av sínum slagi – er ætlaður at veita tilflytarum í Føroyum vitan um arbeiði, heilsurøkt, barna- og skúlaøki og ymiskt annað, sum tørvur er á at kenna, tá ið flutt verður til Føroya.

– Hetta er ein grundleggjandi og neyðugur partur av arbeiðnum við integratión, sum hevur verið saknaður millum tilflytarar, ið ynskja at búseta seg her í landinum, sigur David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni.

Bæði á enskum og føroyskum

– Tað er ikki altíð so lætt at finna útav, hvar ein skal fara og leita fram rættar og álítandi upplýsingar um grundleggjandi og týðandi viðurskifti. Tað veri seg um rættindi hjá útlendingum í Føroyum ella heilsutænastur, so sum burðarhjálp. Í hesum bóklingi verða nógvir av hesum viðkomandi spurningum svaraðir, leggur David Im afturat.

Fyri tilflytarar kunnu einfaldir, praktiskir spurningar, sum stinga seg upp í gerandisdegnum gerast ein avbjóðing, um teir ikki fáa atgongd til viðkomandi upplýsingar. Her kann ein tilflytari við avmarkaðum førleika í føroyskum, skjótt renna seg í enn eina avbjóðing, tí ofta eru hesir upplýsingar bert at finna á føroyskum máli.

Her kann bóklingurin “New to the Faroe Islands” verða ein hent hjálp, tí hann er tøkur á bæði enskum og føroyskum máli. Á Útlendingastovuni eru vit greið yvir, at tørvur er á at fáa bóklingin á fleiri málum skjótast møguliga, og vit taka fegin ímóti uppskotum og hugskotum hesum viðvíkjandi – ikki minst frá útlendingum, sum ynskja sítt mál umboðað í hesum høpi.

Týðandi við rættari kunning

– Hesin bóklingur er enn eitt stig á leiðini at skapa betri fortreytir fyri væleydnaðari integratión. Tí ein týðandi partur av integratión er, at útlendingar, sum koma til Føroya, fáa røttu kunningina um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri gerandisdagin, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Almenn móttøka verður fríggjadagin 23. september kl 16.00 í Østrøm við luttøku av landsstýrismanni­num, har greitt verður frá verkætlanini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til ein góðan kaffimunn og ein gyltan møguleika at fáa svar uppá møguligar spurningar og koma við uppskotum.

Bóklingurin “New to the Faroe Islands” er ókeypis og kann takast niður sum pdf-fíla á www.utlendingastovan.fo ein av komandi døgunum.