Sum partur av hoyringsbólkinum hjá fiskivinnunýskipanarnevndini fari eg her at loyva mær at siga mína hugsan alment. Tí í fiskivinnunýskipanarnevndini verða okkara sjónarmið slettis ikki tikin í álvara, tey eru rætt og slætt skúgvað til viks. Alt, sum ikki hevur við eina uppboðssølu av kvotum at gera, verður sópað burtur.
Var til skips og fekk tí tíverri ikki verið við á seinasta sínamillum fundinum hósdagin 22. september, men havi fingið endurgivið so mikið, at eg kann staðfesta, at arbeiðsleisturin hjá nýskipanarnevndini ikki er broyttur.
Mortan Berjastein er annað FF-umboðið í vinnuliga fylgibólkinum hjá fiskivinnunýskipanarnevndini.
Í kjakinum í KVF herfyri millum Johnny í Grótinum og Jóannes Jacobsen – báðir búskaparfrøðingar – kom eftir mínum tykki tíðiliga fram, at Johnny í Grótinum bert arbeiddi eftir tí leisti, hann hevði fingið boð um at arbeiðia eftir, hann var bara loyalur mótvegis fiskimálaráðharranum Høgna Hoydal. Hví so hava hoyringsbólkar, vælvitandi at ongin ynskir eina uppboðssøluskipan? Eg føli meg í hvussu er at vera hildnan fyri spott.
Jóannes Jacobsen harafturímóti segði seg ikki vita, hvussu ein uppboðssøla skuldi skipast – tað kundi altíð diskuterast, um vit skulu hava stutt- ella langtíðarloyvi. Jóannes Jacobsen segði enntá, at um eitt skip onga kvotu fekk eitt ár, so merkti tað bara, at eitt annað skip kom í staðin. Vorherre bevares fyri ein hugsunarhátt. Hvat við skipinum, sum onga kvotu fekk hetta árið, Jóannes?
Ná men nóg mikið um tað.
Skulu vit hava eina nýggja fiskivinnunýskipan, sum er til gagns fyri alt Føroya fólk, so er at gera tað orduliga, og tað havi eg eitt boð upp á.
Fyrst av øllum eiga vit at fáa at vita, hvussu nógvar krónur landið skal hava burtur úr fiskivinnuni. Tað má vera minsta krav, um man skal gera eina fiskivinnunýskipan, hvørs endamál er at fáa pening í landskassan, sum er brúklig. Tá vit hava fingið tað at vita er ikki so trupult at seta reglur fyri hvat og hvussu. Vit vita, hvussu nógv tilfeingi vit hava at fiska og eisini rættuliga neyvt, hvat virði er í tí.
Vit hava nakrar strámenn í Føroyum, summir “størri” enn aðrir, men felags fyri allar er, at ongin teirra betalur partafelagsskatt, tí har er onki yvirskot.
Tískil verður meira hjá teimum veruligu reiðaríunum at gjalda.
Um vit í staðin fyri tilfeingisgjald, avreiðingargjald og eina eventuella uppboðssølu strikaðu alt, sum eitur partafelagsskatt fyri fiskivinnuna, so kundu vit kravt ein ávísan prosentpart av bruttosølunisøluni av øllum fiski, sum verður avreiddur. Soleiðis at tað bleiv líka fyri øll skip og reiðaríir.
Og tá nú skip og virkir ofta eru tengd at hvør øðrum, so átti virkið, sum keypir fiskin, eisini sloppið at goldið sín prosentpart av virðisøkingini.
Dømi:
Eitt skip selur fyri ein miðalprís á 7 krónur. 10 prosent fara til landskassan = 0,70 krónur fyri kilo.
Virkið sum keypir og virðisøkir fiskin, betalir eisini 10 prosent av virðisøkingini.
elur virkið fiskin útaftur fyri 18 krónur, er virðisøkingin 11 krónur, og so fara 1,10 krónur landskassan.
Nú hevur landið fingið 0,70 + 1,10 = 1,80 krónur fyri hvørt kilo av hasi lastini.
Fluttu vit okkum í eina tílíka skipan, ja so komu strámannareiðaríini at gjalda tað sama sum tey Føroysku reiðaríini.
Hetta er eftir mínum tykki ein sera rættvís skipan, sum er til gagns fyri alt føroya land.
Tað hevur ein uppboðssøluskipan ikki, tvørturímóti. Hon kemur at gera enda á allari føroyskari fiskivinnu.
Mortan Berjastein
umboð fyri Føroya Fiskimannafelag í Hoyringsbólkinum