Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í mong ár verið ein stovnur við ný- og frambrotum. Ótakksamt má kennast hjá starvsfókunum og sjúklingum at uppliva ágangin, hóast tey mangan hava víst vegin. Allir partar í Klaksvík eiga meiri aktivt at vera við til at skorða undir hendan stovn – eisini býráðið
Ein framskygd kommuna ger langtíðarætlanir, bæði privatir og almennir stovnar mugu takast við. Her hugsi eg um vinnu, heilsu, sosialir stovnar, mentan – bæði ítrótt og ungdómsvirksemi. Við hesum er býur okkara ein heild, og neyðugt er, at vit alsamt arbeiða á fleiri økjum fyri ikki at missa fótafestið.
Hvat hugsa klaksvíkingar um hesa heild. Hyggja vit at fólkavøkstrinum, sæst, at burtursæð frá Suðuroy og Sandoy, har íbúgvaratalið hevur afturgongd, hava Norðoyggjar minsta fólkavøksturin í løtuni. Hetta er álvarsamt í bestu tíðum.
Í býráðssetuni 2009 til 2012 framdu vit eina vakstrarætlan, sum skuldi byggjast út, men tíverri er hetta ikki gjørt nóg miðvíst. Latið okkum øll ikki bara SIGA, at vit standa saman, men latið okkum GERA eitt størri arbeiði. Handilsvinnan og vinnan sum heild hava kent sína ábyrgd.
Okkara størsti almenni stovnur er Klaksvíkar Sjúkrahús. Býráðsleiðslan í næststørsta býi kann ikki bara siga, “hatta er eitt mál hjá landinum”. Eg havi hildið, frá tí eg kom uppí býráðspolitikk, at býráðið saman við øðrum eigur at ávirka og skorða undir. Vit hava seinastu mongu árini sæð, at har Klaksvíkar Sjúkrahús gekk undan og bygdi upp, varð soleiðis skipa fyri, at hesi framtøk meiri og minni vórðu tikin frá sjúkrahúsinum og flutt.
Sjúkrahúsið við nýbrotum
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í mong ár verið ein stovnur við ný- og frambrotum, sum hava givið føroyska sjúkrahúsverkinum nógv.
Tá ið ongin ortopediskur lækni var í Føroyum, gekk Klaksvíkar Sjúkrahús undan. Ortopediskur lækni varð settur, eitt toymi varð burturav útbúgvið innan økið og hevur virkað serstakliga væl hóast nógvan ágang. Óneyðugt gjørdist, í so stóran mun, at senda sjúklingar av landinum.
Fyri árum síðani var urologiin tikin inn á Klaksvíkar Sjúkrahús, tí eingin urologiviðgerð var í Føroyum og aftur her kom eldur í, so at hon, uttan hóvasták, varð flutt til Landssjúkrahúsið.
Annað er so dialyseviðgerðin, sum uttan iva kundi verið handfarin nógv betri. Í øðrum londum síggja vit nógvar fleksiblar loysnir. Hetta kundi uttan iva verið viðgjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um vilji og ágrýtni var fyri at arbeiða fyri sjúklingin. Føðistovan er niðurløgd, og eg kundi hildi áfram.
Hóast henda ábyrgd liggur hjá landinum, eigur býráðið við størri áhuga, áhaldni og ágrýtni fara inn í málini viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi, serliga nú tosað verður um tættleikan millum sjúklingin og viðgerðarstaðið.
Hetta er eitt av málunum, eg kundi hugsa mær at hildið áfram at arbeitt við, um vit aftur fáa leiðsluna. – Sum næststørsti býur skal serliga hart arbeiði leggjast í, og allir partar eiga at skorða undir.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur og valevni Fólkafloksins