Vit skulu vera ómetaliga takksom fyri, at føroyskir fjølmiðlar teljast millum teir mest óheftu í okkara parti av heiminum.
Arbeitt verður snórabeint eftir journalistisku prinsippunum um at standa á miðuni í øllum tíðindaflutningi.
Soleiðis verður nýggja “fullveldisbókin” dekkað í óheftnisháborgini Miðlahúsinum. Á óskjiljandi hátt hava fremstu miðlafólk útvegað sær politiska høvuðsverk Sjúrðar og á objektivan hátt verða fakta nú løgd fram. Mótpartar verða interviewaðir, so javnvág er í.
Endamálið er sjálvandi ikki at promovera nakran ávísan.
Skulu vit gita, at óhefta KVF fer at dekka fullveldissøgurnar líka óheft sum Miðlahúsið og marknaðarleiðarin hjá Sjúrði? Tað taka vit sum givið.
Tillukku við óhefta journalistikkinum.
Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin