Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Søla av lendi til fjølbroytta bústaðabygging

Sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av fastari ogn lýsir Klaksvíkar Kommuna eitt øki Millum Hjalla uppá 3007 m² til sølu til raðhúsabygging ella íbúðir.

Økið liggur uppat kommunalum vegi í nýggjari kommunalari útstykking við tilsamans 47 sethúsagrundøkjum, og umfatar henda útbjóðing 6 óútgrivin grundøkir (matr.nr. 1006bn, 1006bm, 1006bl, 1006bk, 1006bi og 1006bh), sum verða seld undir einum – sum ein samanhangandi eind.
Klaksvíkar Kommuna rindar fyri samanlegging av grundøkjunum til ein matrikul, meðan keyparin rindar fyri sundurbýti samsvarandi viðkomandi byggiætlan.

Talan er um staðseting í útstykkingarøki, har vanligi kommunali søluprísurin er kr. 380,- / m² og við m.a. hesari byggisamtyktarligu ásetingini:
Minstavídd pr. samanbygd hús ella íbúðir: 200 m²
Ábygging í mesta lagi: 35%
Tal av hæddum í mesta lagi: 3
Byggilinja til veg: 3 metrar
Parkeringspláss í minsta lagi: 2 pr. grundøki

Keyparanum stendur frítt at skipa økið og ábygging innanfyri karmarnar í byggisamtyktini.

Økið verður latið við atkomu frá kommunalum vegi viðíbinding í kommunala spillvatnsskipan og vatnveiting.

Saman við tilboðnum skal sendast frágreiðing um og skitsa av ætlaðari bygging.

Upplýsingar um økið og treytir annars fáast á Teknisku Umsiting telefon 410000.

Við heimild í § 6 í somu kunngerð stendur tað kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka.

Møgulig tilboð skulu vera skrivlig og skulu vera Klaksvíkar Kommunu í hendi seinasta lagi 14. okt 2016.

Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, inntil ognin er seld.

Klaksvík 29. sep 2016
Klaksvíkar Kommuna