Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Rundvelting um nýskipan 

At gjøgnumtvinga eina uppboðssølu av øllum fiskirættindum er óðamannaverk og politiskt órealistiskt; tankin um kvotur sum privat ogn møtir eisini mótstøðu, og fiskidagaskipanin fær somuleiðis toyggið í ruðuleikanum — so hvat vilja vit?

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Nú frágreiðingin frá tí sokallaðu Nýskipanarnevndini hjá Fiskimálaráðnum skal leggjast fram aftaná at høvuðs niðurstøðurnar hjá nevndini herfyri vórðu almannakunngjørdar, stendur greitt at stór ørkymlan valdar um hvørjir ítøkiligir karmar kunnu væntast at koma í gildi fyri høvuðsvinnuna — um tað yvirhøvur eydnast í næstum at finna neyðugar semjur ið kunnu leggja lunnar undir eina varandi loysn.

At mong mótstríðandi sjónarmið gera seg galdandi er einki at siga til í einum landi har fiskivinnan fyllir so nógv sum hon ger í Føroyum, bæði búskaparliga, samfelagsliga og mentanarliga, og tískil eisini politiskt. Ikki tess minni kann tað hava avgerandi týdning fyri menningina og gongdina í samfelagnum at arbeitt verður skynsamt fyri at tryggja breiða semju um hvat ið skal gerast við karmarnar um vinnuna.
Her man ein tann størsti trupulleikin síggjast aftur í tí almenna kjakinum, og sannlíkt eisini í tí vinnupolitiska arbeiðinum: leysir og fastir endar fløkjast saman í sovorðnan mun at málsetningar gerast ógreiðir og grundleggjandi spurningar venda í allar ættir.
Hesin ambivalensur kom týðiliga fram undir ráðstevnuni “Fyrimunir og vansar við fríari uppboðssølu,” [https://r7.fo/fvr/] sum útvarpsrásin R7 skipaði fyri í Runavík tann 1. september.
Eitt hav av ymiskum sjónarmiðum og vinklum kom fram undir ráðstevnuni, har bæði útlendskir og føroyskir frøðingar høvdu framløgur — Magni Laksáfoss: Týdningurin fiskivinnan hevur fyri búskapin, og veiðuhagtøl frá ár 1750 til ár 2000; Johnny í Grótinum: Frágreiðing um arbeiðið hjá nýskipanarbólkinum; Gary D. Libecap: Fyrimunir við ‘grandfathering’; Osmund Justinussen: Hvussu veðrið ávirkar fiskiskap; Jón Kristjánsson: Fiska meðan fiskur er; Martin Paldam: Kappingarføri og tilfeingisrenta; og Charles R. Plott: Hvussu kann ein uppboðssøla skipast.
Grandfathering 99 – 1 uppboð  
Johnny í Grótinum fekk sum formaður í Nýskipanarnevndini m.a. ein spurning um og hvussu tað ávirkar arbeiðið hjá nevndini at so at siga øll fiskivinnan er hart og greitt ímóti at teirra rættindi skulu seljast á uppboði.
“Nú er uppboðssøla eitt experiment á pappírinum fyri tað mesta,” innleiddi Tórheðin Jensen, frá Varðanum, sín spurning. “Tað er prøvað onkustaðni, og har tað er prøvað, har hevur vinnan hvørja ferð verið púrasta ímóti, og tað eru gingin eini tvey til trý ár, so er tað steðgað tí tað gekk ikki. Eg kenni ikki ein fiskimann sum er fyri uppboðssølu, eg kenni ikki eitt manningarfelag sum er fyri uppboðssølu, og eg kenni ikki ein reiðara sum er fyri uppboðssølu. Eg kenni nógvar politikarar og so framvegis sum eru fyri uppboðssølu. Metir tú at tað hevur nakað at siga fyri succesina av tí sum tú roynir at snikka saman?”
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2016/09/rundvelting-um-nyskipan.html#more