Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir. Í september flugu 24.300 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum tilsamans. Tað eru 6 prosent fleiri enn í september í fjør. Higartil í ár hava 234.800 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 217.000 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.
Vøkstur í rutuflúgvingini
23.200 ferðafólk flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í september. Hetta eru 3 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør, tá talið var 22.400 ferðafólk. Higartil í ár hava 225.000 ferðafólk flogið við rutuflogførum felagsins, ið eru 6 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Stórur vøkstur í tyrluflutninginum
Í september hava tyrlurnar flogið 1.083 ferðafólk, ið er 147% fleiri enn í september í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 80 útkallingar higartil í ár, ið er 11 fleiri enn alt 2015 tilsamans.
Stundvísi í september ávirkað av vánaligum veðri
Ferðslan í september varð ávirkað av vánaligum veðri. Í september varð flogið rættstundis í 83 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað eru 7 prosentstig lægri enn í september í fjør. Higartil í ár er flogið rættstundis í 86 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 1 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015. Í september fóru 97 prosent av øllum rutuflogførum á ætlaða fráferðardegnum, og tað merkir, at reglusemið var 97 prosent.
Ársins átak
Á Vinnudegnum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í dag 30. september, vann Sheepview360 átakið hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands heiðurin sum Ársins átak. Átakið hevur vunnið sera stóran frama og yvir tvær milliardir vísingar hava verið av tilfarinum, ið er framleitt, umframt at átakið hevur fingið sera góða umtalu í altjóða miðlum kring allan knøttin.
Skíð í Chambery
Atlantic Airways ger 31. januar 2017 ein sertúr til Chambery í Fraklandi. Heimferðin verður 7. februar. Chambery liggur í landssynningspartinum av Fraklandi í størsta skíðøkinum í heiminum. Felagið skipar fyri sjálvari flogferðini, og tey ferðandi mugu sjálvi ella við hjálp frá eini av føroysku ferðaskrivstovunum finna sær innivist.