ICES hevur latið tilmæli fyri hvussu nógv kann fiskast av norðhavssild, svartkjafti og makreli komandi ár. Talan er um eina hækking í øllum kvotunum í 2017 frá gott 20% fyri makrel, 73% fyri svartkjaft til heili 104% fyri norðhavssild.
Talvan undir vísir mest loyvdu burðardyggu veiðu (í túsund tonsum) fyri uppsjóvarfisk í 2017.
Slag | 2016 | 2017 | Broyting |
Svartkjaftur | 776 | 1342 | +73% |
Norðhavssild | 317 | 646 | +104% |
Makrelur | 774 | 944 | +22% |
Tilmælini frá ICES kunnu lesast her: sild, svartkjaftur og makrelur
Tað eru fleiri orsøkir til hækkingarnar í hesum trimum stovnunum í ár í mun til í fjør.
Norðhavssild
Stóra hækkingin av norðhavssild kemst serliga av, at norsku kanningarnar av gýtingarstovninum í mars 2015 og 2016 nú eru við í stovnsmetingini, við tí úrsliti at gýtingarstovnurin verður mettur meir enn ein triðing hægri enn frammanundan. Av tí at stovnurin í fjør var mettur at vera undir lívfrøðiliga burðardygga markinum nevnt Bpa ella Btrigger, var veiðitrýstið lutfalsliga minni enn um stovnurin var oman fyri hetta markið. Tí var veiðitrýstið í 2016 sett til 0.06 meðan nú, tá stovnurin er komin upp á burðardygga markið, kann veiðitrýstið aftur hækkast til 0.124 sambært umsitingarætlanini fyri norðhavssild. Tí hækkar mest loyvda veiðan meira enn bert hækkingina í gýtingarstovninum. Hóast ógvusliga hækking í tilmældu veiðuni, er gýtingarstovnurin enn í minking vegna væntandi tilgongd og verður mettur at fara undir lívfrøðiliga markið næsta ár. Eingin góður árgangur er komin undan síðani 2004, men ábendingar eru um, at 2013 árgangurin verður miðal góður – tað fara komandi árini at vísa.
Svartkjaftur
Fyri svartkjaft eru serliga tvær orsøkir til stóru hækkingina. Fyrst og fremst er tað vegna sera góða tilgongd seinastu fýra til fimm árini, serliga árgangirnir 2013 og 2014 eru góðir, og hesir koma inn í fiskiskapin komandi ár. Síðani er tað stóra niðurgongdin í stovnsmetingunum í fjør, sum kemst av at úrslitini frá akustisku kanningunum av gýtingarstovninum í apríl 2015 vóru sera lág. Kanningarnar í 2016 vóru á sama støði sum í 2014, við tí úrsliti at metingin av stovninum hækkaði aftur tá stovnsmetingarnar vóru gjørdar í ICES ár.
Makrelur
Hækkingin í tilmælinum fyri makrel er serliga grundað á úrslitini frá yvirlitstrolingunum eftir makreli í summar, sum vísa eina hækking og eru á sama støði sum í 2014. Lækkingin í fjør komst serliga av eini lægri meting frá makrelkanningunum í 2015. Eisini hevur tilgongdin av makreli verið sera góð tey seinastu árini, undantikið 2013-árgangin. Gýtingarstovnurin er vaksin seinastu árini hóast nógva fiskiskapin, serliga av góðu tilgongdini. Eggteljingar av makreli frá í ár vísa hinvegin eina niðurgongd av stovninum, hóast munandi meira gýting var í norðaru økjunum, m.a. í føroyskum øki, enn í undanfarnu kanningunum. Tað vísir seg, at stovnsmetingarfrymilin leggur minni dent á kanningarúrslitini og størri dent á fiskiskapin, tá kanningar sum eggteljing og yvirlitstroling vísa hvør sína gongd av stovninum. Umframt lívfrøðiligu gongdina í stovninum, er ein rætting gjørd av stovnsmetingunum frá í fjør, sum førdi til 14% hækking í gýtingarstovninum. Hetta er tikið við í stovnsmetingunum í ár. Feilurin var at vísitøl frá tilgongd í Norðsjónum ikki vóru røtt, og hetta førdi við sær at tilmælið av makreli í fjør varð 100 túsund tons ov lágt.
Jan Arge Jacobsen
Havstovan