Hósmorgunin var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, á gátt hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, har hann handaði henni “Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum”, sum Klaksvíkar kommuna, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Klaksvíkar Sjúkrahús í felag hava gjørt, og sum Klaksvíkar býráð nú hevur samtykt.
– Eg eri ógvuliga fegin um, at tað er eydnast okkum, í góðum samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Klaksvíkar Sjúkrahús, at gera hesa heildarætlan, har heilsuøkið í norðurøkinum verður hugsað og skipað saman í eina heild, tí hetta fer at gera allar partar sterkari, fer at geva eina betur samskipaða tænastu til brúkaran og fer at skapa eitt fakliga sterkari lækna- og heilsuumhvørvi undir sama taki í og kring Klaksvíkar Sjúkrahús, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum eisini fegnast um, at Klaksvíkar býráð stendur saman um hesa ætlan.
– Í hesum arbeiði hava vit eitt nú samskift við borgarstjórar í Norðoyggjum og Eysturoy og við landsstýriskvinnuna í heilsumálum, og eg fegnist um tann jaliga hugburð, sum vístur verður hesari heildarætlan, tí á henda hátt ynskja vit sum lokaløki at ganga undan á heilsuøkinum við at lýsa, hvørjar fakligar styrkir og hvørjir strategiskir møguleikar eru í norðurøkinum og at meta um, hvørjar heilsutænastur út frá eini heildarfatan eru best staðsettar lokalt.
Samskipan av heilsutænastunum er rætta leiðin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um viljan, sum norðoyingar við hesari heildarætlan vísa at samskipa heilsutænasturnar í lokaløkinum.
– Tað gleðir meg, at norðoyingar koma við einum konstruktivum uppskoti til, hvussu borgarin kann setast í miðdepilin bæði innan primera heilsusektorin og innan sjúkrahúsverkið, sum við hesari ætlan verður samskipað.
– Eg havi ikki nærlisið heildarætlanina enn, so eg kann ikki viðmerkja allar lutir í løtuni, men eg havi fingið eina kunning um høvuðsinnihaldið. Út frá tí kann eg siga, at ein samskipan av øllum heilsutænastunum í norðurøkinum avgjørt er rætta leiðin at ganga, tí hetta vil geva borgaranum eina betri heilsutænastu, heldur landsstýriskvinnan.
Mæla til 10 raðfest átøk
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, upplýsir, at tað í heildarætlanini verður mælt til 10 raðfest átøk, sum bæði her og nú og í longdini skulu geva leiðslum og starvsfólkum á heilsuøkinum í norðurøkinum eitt dygt grundarlag at seta sær mál at stýra eftir inn í framtíðina.
– Tey fyrstu 6 átøkini eru um at samskipa heilsutænastur í norðurøkinum saman, at skipa og gagnnýta verandi tilfeingi og karmar betur, at seta brúkaran í miðdepilin og at bøta um fakliga umhvørvið, so tað gerst meira lokkandi at velja sær starv í norðurøkinum.
– 4 tey seinastu átøkini í heildarætlanini eru um at byggja verandi tænastur út og skipa nýggjar tænastur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og við tí lætta um hjá brúkarum og avvarðandi við at stytta um tíðina, tey eru noydd at vera heiman. Átøkini eru eisini um at skapa møguleikar fyri skilabetri raðfesting av tilfeingisnýtsluni á heilsuøkinum sum heild, at fáa bíðitíðina til viðgerðir niður, og at skapa rúmd fyri í størri mun at kunna hugsavna seg um at menna læknaliga meira spesialiseraðar viðgerðir, sum vit í dag keypa frá útlendskum sjúkrahúsum.
Leiðsla og tilbúgving á KS er ein fortreyt
– Saman standa vit sterkari sum lokaløki, eisini á heilsuøkinum, og tí fegnist eg um, at allir hesir heilsustovnar í norðurøkinum standa saman um hesa heildarætlan. Men fyri at tað skal eydnast, er neyðugt, at hugburður og vilji er hjá øllum pørtum at samstarva og ráðleggja í felag, sigur Jógvan Skorheim.
– Somuleiðis er tað ein fyritreyt fyri fleiri av raðfestu átøkunum í heildarætlanini, at vit hava eitt sjúkrahús, sum er virkisført við lækna og læknafakligari ábyrgd alt samdøgrið. Ein fyritreyt er tí eisini, at vit framhaldandi hava eina vælvirkandi tilbúgving á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum umframt at virka úteftir í neyðstøðum, eisini er ein samanrunnin partur av virkseminum á sjúkrahúsinum.