Hóast langt kann tykjast á mál, og hóast eg kundi ynskt mær fleiri raðfestingar á almannaøkinum, so meti eg, at vegurin ið vit eru byrjaði at ganga er tann rætti.
Eg fegnist um, at vit í ár rokna við einum lítlum yvirskoti á 56 milliónir og at vit í 2017 rokna við at hava eitt yvirskot á 112 milliónir.
Tað fegnist eg um, tí okkara uppgáva sum politikarar er at tryggja, at vit eisini hava pening til vælferð, í árunum sum koma og til ættarliðini, ið nú vaksa upp.
Vit hava árini 2012-2014 havt hall á hvørjum ári, íalt eina góða milliard, hetta hóast búskapurin er vaksin 2,5 milliardir. Henda gongd kann ikki halda fram, um vit skulu framtíðartryggja okkara vælferð. Og tað skulu vit!
Hóast tað er gleðiligt, at vit hava megnað at venda halli til avlop, so er onki yvir at dylja, at hetta so sanniliga eisini hevur avbjóðingar við sær, ikki minst til eitt so útreiðslutungt vælferðarøki, sum almannaøkið er.
Vit hava sum samfelag fleiri avbjóðingar at loysa. Aldurssamansetingin er ein, og tí hava vit gjørt fleiri átøk, ið skulu draga ung fólk til, og sum skulu gera tað gott hjá barnafamiljum at búleikast í Føroyum.
Vit fara at hækka lestrarstuðulin komandi ár. Vit hava longt barsilsfarloyvið nakað, og vóna at kunnu leingja tað enn meira. Vit hækka barnafrádráttin og vit hava gjøgnumført familjuískoytið.
Eitt annað átak í sambandi við avbjóðingina við aldurssamansetingini, er at nýskipa pensjónsskipanina. Vit fara at taka arbeiðið upp aftur seinni í hesum mánaðinum, og eg vóni og vænti at vit fáa eina breiða semju um eina framtíðar pensjónsskipan, ið fer at tryggja øllum ein virðiligan aldurdóm.
Tað skylda vit teimum, sum í komandi tíðum fara av arbeiðsmarknaðinum, eftir at hava tænt samfelagnum í nógv ár.
At framtíðartryggja almannaøkið, ið er ein týdningarmikil partur av okkara kjarnuvælferð, er ein onnur avbjóðing. Tænasturnar, ið almannaøkið skal veita borgarunum er fyri stórum broytingum, eldraøkið er ikki longur partur av hesum øki og samstundis koma fleiri nýggir bólkar inn í skipanina.
Til dømis síggja vit alt fleiri ung, ið hava menningarórógv og ilt í sálini. Hetta er sama gongd, sum sæst í okkara grannalondum. Henda broyting setir nýggj krøv til okkum um at tillaga okkara tænastur til ein nýggjan veruleika. Vit mugu tillaga tænasturnar til ein meira fjølbroyttan tørv, samstundis sum vit hava avbjóðandi fíggjarkarmar.
At veita bestu tænastuna undir alsamt broytiligum fortreytum og við vaksandi trýsti á okkara skipanir krevur nýskipan og nýhugsan.
Mín visjón fyri almannaøkið er, at vit skulu veita eina dygdargóða tænastu, ið er lagað til tørvin hjá einstaka borgaranum og har familjan og tey avvarðandi hava ein virknan leiklut. Starvsfólkini skulu kenna, at vit hava álit á teimum og tey skulu hava góðar umstøður at útinna tænastuna á einum fakliga høgum støði. Eisini skulu vit arbeiða fram ímóti, at borgarin fær tænastuna uttan alt ov langa bíðitíð.
Eg eri fullgreið yvir, at hetta eru høg mál at seta og at tey ikki náast eftir einum ári, kanska heldur ikki eftir einum samgonguskeiði, men setir tú tær ikki mál at arbeiða fram ímóti, so kemur tú ongan veg.
Nýskipanir innan almannaøkið eru so smátt byrjaðar. “Góða tilgongdin” ið byrjaði undir undanfarnu samgongu, og sum heldur fram, er eitt dømi um hetta.
Arbeiðið við tænastupolitikkinum og einari komandi tænastulóg, er eitt annað dømi.
At brynja starvsfólkini innan Almannaverkið til ta hugburðsbroyting, ið ein nýskipan av tænastunum krevur, er eitt triðja dømi.
Vit eru á veg, tað tekur tíð, men halda vit á at ganga frameftir, so koma vit á mál.
Hyggja vit at fíggjarlógaruppskotinum í mun til karmarnar fyri 2017, er ein øking á knappar 9 milliónir í rakstrinum og ein minking av løgunum á 3 milliónir, so samlað er karmurin øktur við 6 milliónum.
At forskjótingar eru frá karmi til fíggjarlóg vísir, at almannaøkið broytist alla tíðina Hetta tí tørvurin hjá borgarunum broytist og sjálvsagt skal fíggjarlógin avspegla henda veruleika. Fleiri av hesum broytingum eru at síggja í seinastu eykajáttanini.
Familjuískoytið
Ført hevur verið fram, at av tí at so fá søktu um familjuískoyti í fyrru hálvu av 2016, eru nógv færri familjur í fátækravága, enn áður hildið. Tíverri sær tað ikki soleiðis út í dag. Tað tekur tíð hjá einari nýggjari skipan at finna sína legu. Seinast, eg visti, vóru 390 umsóknir til familjuískoyti og kontan lækkar bert 0,6 næsta ár, tí mett verður at 430 familjur fara at fáa familjuískoyti í 2017. Upprunaliga metingin, tá ið ískoytið varð samtykt, var at eini 500 familjur fóru at fáa hetta ískoytið, so tað er ikki so langt av leið.
Viðbót til ávísar pensjonistar (brennistuðulin)
Brennistuðulin verður umlagdur til mánaðarligt útgjald frá apríl 2017, soleiðis at pensjonisturin fær 634 krónur útgoldið aftrat hvønn mánaða, ístaðin fyri 2.536 krónur tríggjar ferðir um árið. Hetta er til fyrimuns fyri báðar partar, pensjonisturin hevur eina javna inntøku og umsitingarliga er hetta eisini lættari. Lógaruppskot er framlagt.
Sjúkratrygd til fiskimenn
Endamálið við lógaruppskotinum var at gera skipanina eins fyri fiskimenn og onnur, ið hava rætt til dagpening.
Uppskotið hevur fleiri fyrimunir við sær fyri fiskimannin, millum annað verða teir fevndir av dagpeningaskipanini frá fyrsta fráverudegi.
Fiskimenn skulu í framtíðini bert venda sær eina ferð til eitt stað, um teir gerast sjúkir ella fáa skaða, og teir skulu ikki søkja um dagpening, eftir at teir hava troytt rættin til sjúkratrygd.
Almannaverkið hevur servitan innan almannaskipanir og veitir eina samlaða væferðartænastu á økinum. Almannaverkið viðger og vegleiðir tí eisini, um tørvur er á øðrum fyriskipanum útyvir endurgjald fyri minsta lønarinntøku, t.d. um tørvur er á tillagaðum starvi.
Lógaruppskotið hevur við sær ymiskar ábøtur í dagpeningaskipanini. Umsóknarreglurnar verða greiðari og lættari, t.d. skulu fiskimenn ikki longur sjálvir útvega sær váttan frá skipara og læknaváttan innan 14 dagar, eftir at teir eru komnir í land.
Arbeiðsfremjandi tiltøk
Tað sýnist, sum at skipanin er við at finna sína legu, vøksturin í 2017 er helvtina minni, enn mett varð fyri einum ári síðani, ein øking frá 53 til áleið 56 milliónir. Talið er hægri, tí játtanin til vard størv er flutt til hesa kontu.
Hægsta fyritíðarpensjón hækkar munandi
Talið av teimum, ið fáa tillutað hægstu fyritíðarpensjón er vaksið munandi í 2016. Talið av umsøkjarum var metlágt í 2015, so nú sær út til, at gongdin meira líkist undanfarnu árunum.
Samstundis er talið av teimum, ið fáa lægstu og hægstu fyritíðarpensjón lækkað og hetta ber prógv um, at skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum virkar.
At fleiri fáa hægstu fyritíðarpensjón er eitt tekin um, at tað tíverri eru fólk, ið gerast sjúk ella á annan hátt missa arbeiðsførleikan.
Tað er virðispolitkkur, at viðurkenna, at fólk kunnu gerast sjúk ella á annan hátt missa sín arbeiðsførleika og tí skulu fáa pensjón og ikki noyðast í aðrar fyriskipanir!
Raðfesta tænastur fyrst og fremst
Trongu karmarnir til almannamál gera tað enn meira neyðugt at raðfesta og eg havi fyrst og fremst valt at raðfesta tænasturnar.
Virknis- og umlættingardepilin á Sandi
Nú depilin verður tikin í nýtslu ein av komandi døgunum, hava vit raðfest hann við 2,0 milliónum til fult virksemi í 2017.
Arbeitt verður við at raðfesta meirvirksemi á stovninum, allarhelst umlætting til ymsar bólkar, ið ikki fáa hesa tænastu í dag. Virksemið skal sjálvandi lagast til tað virksemið, ið er har frammanundan.
Fyribils stovnur til børn við autismu
Hevur eisini fingið raðfesting, ið svarar til fult virksemi. Ætlanin er ikki at steðga við byggingini av einum nýggjum stovni, men sum støðan er á øðrum stovnum, verður hesin stovnur at flyta nakað aftur í raðfestingini.
Virksemi uttanlands
Her er ein lítil vøkstur í fyriskipanum uttanlands. Arbeiðið at kanna, um til ber at seta virksemi á stovn her heima til ung við samansettum diagnosum er við at fara í gongd.
Eirargarður
Fyrireikingar at renovera Eirargarð eru komnar langt ávegis og peningurin er avsettur í 2016-2018. Verklagslógin verður løgd fyri tingið seinni í heyst.
Barnaheimið
Eg havi valt at raðfesta raksturin á Barnaheiminum við 2,4 milliónum krónum í ár og væntandi somu upphædd aftrat í 2018. Samstundis fari eg undir at endurskoða hetta virksemið, m.a. í mun til yvirgongdina frá at vera undir fyriskipan hjá barnaverndini og til landstilboðið.
Ætli eisini at fáa lýst, um vit í verandi skipan “síggja” børnini í tøkum tíma. Tað er altavgerandi fyri teirra framtíðarmøguleikar, at tey verða sædd og hoyrd beinanvegin, tey eru við at snáva ella missa fótafestið.
Eg havi somuleiðis valt at seta pening av til at byggja eitt nýtt barnaheim. Orsøkin er, at vit skulu hava tað besta til børnini, ikki minst tey børn, ið vaksa upp við stórum avbjóðingum. Tey skulu hava góðar umstøður og eitt gott fakligt tilboð, so tey megna at fóta sær og fáa eitt innihaldsríkt lív.
Samanumtikið vil eg siga, at hóast tað kann tykjast langt á mál og hóast eg kundi ynskt mær fleiri raðfestingar á almannaøkinum, so meti eg at vegurin, ið vit eru byrjaði at ganga, er tann rætti.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum