Nú eg eri uppstillaður til býráðsvalið í heyst hava fleiri borgarar seinastu dagarnar vent sær til mín og greitt mær frá, at tað manglar bæði skervur og sandur á goymslu í Klaksvík. Hetta er til stóran ampa, tá fólk skulu stoypa ella gera eitthvørt á ogn teirra.
Tað ber ikki til at klaksvíkingar skulu koyra út í Eysturoynna eftir sandi og grús, leiga lastbil, túnnilsgjald v.m. Til ber at leggja eina sand / grús goymslu uppi á Borðoyarvík ella norðuri á Grønhølmi onnur økir eru eisini í kunnu nýtast til hesa goymslu.
Tá eg var formaður í teknisku nevnd var avgjørt at keypa eitt mobilt knúsiverk, og var ætlanin at fara niðan á Borðoyarvík tí eitt ídnaðarøkið skal gerast har. Sum eg skilji tað so er gongd í hesum málið og vóni eg at byrja verður uppá ídnaðarøkið á Borðoyarvík og møguliga verður nakað av avlopsgrótið frá hesari verkætlan. Men neyðugt er beinanvegin at fáa eina goymslu av sandi og skervi til borgararnar í Klaksvík so ikki er neyðugt at brúka nógva tíð og orku at koyra út í Eysturoynna eftir sand og grúsi.