Munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landsstýrismann
Viðmerkingar:
Landsstýrið hevur leingi arbeitt við at fáa Føroyar inn í Evropiska loftferðslupakkan, sum merkir, at føroysk flogfeløg hava rætt at flúgva í Evropa og teirra flogfeløg kunnu flúgva her. Í hesum samráðingum hevur Danmark stóran týdning fyri okkum. Tí vildi tað verið gylt høvi hjá landsstýrismanninum at lagt trýst á at fáa føroyskum feløgum rætt at flúgva í ES, samstundis sum eitt ES-flogfelag (SAS) vil flúgva til Føroya. Tí verður spurt, um landsstýrimaðurin hevur brúkt ella mist henda møguleika.
Sum lógin er, skal serloyvi latast, um loyvi skal verða at flúgva til og úr Føroyum. Landsstýrismaðurin skal hava slíkar umsóknir til ummælis, eitt nú aktuella málið um SAS. Tí er áhugavert at vita, hvussu og nær landsstýrismaðurin hevur viðgjørt málið. Landsstýrismaðurin hevur eisini ábyrgdina av at røkja áhugamálini hjá eigaranum í føroyska felagnum. Fyri eigaran – Føroya fólk – er tað tí áhugavert at vita, hvussu landsstýrismaðurin umsitur sín dupulta leiklut á einu síðuni sum eigari av Atlantsflogi og á hini síðuni viðgera kappingarneytan, SAS. Tað ger tað ikki minni áhugavert, at landsstýrismaðurin í 3. leiklutinum meldaði seg ógegniðan at umsita Vága Floghavn.
Á Løgtingi, 19. oktober 2016
Jørgen Niclasen
Myndir settar inn av 24.fo