Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ongir ókendir trupulleikar á Glasi

AFTURSVAR: Í Sosialinum mikudagin 19. oktober peikar løgtingtingsmaðurin Jacob Vestergaard á ítøkiligar trupulleikar í sambandi við byggingina av Glasi. Sum byggiharri hevur Landsverk ongantíð dult fyri, at høvuðsarbeiðstakarin hevur havt trupulleikar av byggingini. Somuleiðis hevur stovnurin sum eftirlitshavari staðfest feilir og manglar fyri meira enn einum ári síðani og er fyri langari tíð síðani farin undir at loysa hesar avleiddu trupulleikar. Talan er um somu trupulleikar og manglar, sum Landsverk eisini fyri góðum mánaði síðani gjørdi vart við. Hetta skrivar lv.fo

Nógv er hent, síðani Landsverk fyri góðum mánaði síðan varð spurt um støðuna á Glasi, eftir at TG Verk var farið av byggiplássinum, og Landsverk stóð eftir við manglum og óloystum trupulleikum. Arbeitt hevur verið bæði skjótt og væl fyri at finna skikkaðar arbeiðstakarar at taka yvir, og skjótt eru allir sáttmálar gjørdir, eins og fleiri av trupulleikunum longu eru loystir.
Trupulleikarnir, ið Jacob Vestergaard vísir á, eru partur av somu trupulleikum, sum Landsverk alment greiddi frá longu í byrjanini av september.

Fyrsti trupulleikin er, at stálkonstruktiónirnar eru rustaðar og ikki brandtryggjaðar. Til hetta er at siga, at talan er um leysan rust, sum er komin, meðan bygningurin hevur staðið opin, men sum tað væl ber til at reinsa av, nú bygningurin er innilokaður.

Í øðrum lagi vísir løgtingsmaðurin á, at “tað ikki er rætt at klæða stálelementini við glasi í tí standi, tey eru í”. Hetta ber væl til, tí eingin trupulleiki er at koma framat stálelementunum og reinsa rustin av, hóast elementini lutvíst eru klødd við glasi. Viðvíkjandi brandtrygging verður nú arbeitt við at fáa hesi viðurskiftini í rættlag.

Triði trupulleikin, ið Jacob Vestergaard peikar á, er “at rútarnir, sum hava eina alurammu rundan um glasið, eru settir í, meðan stoypt hevur verið. Avleiðingin er, at rútarnir eru dálkaðir av betongi, umframt at vátt betong er likið niður í rammurnar, sum tískil eru tærdar og oyðilagdar av váta betonginum.”

Tað er rætt, at í støðum er komið betong á rútarnar og niður í rammurnar. Hetta er nakað, sum kann henda og er á ongan hátt ókent í sambandi við stórar byggiverkætlanir. Hinvegin er eingin trupulleiki aftan á at reinsa bæði rútar og rammur, sum ikki hava tikið skaða av hesum.

Ein fjórði trupulleiki, sum Vestergaard vísir á er, “at byggiharrarnir hava brúkt betongelementir, sum ikki hava verið í lagi. Vanliga verða brotin element løgd til síðis.”

Samanumtikið kann sigast, at betongarbeiðið hevur verið ein trupulleiki. Eftir nógv stríð er høvuðsarbeiðstakarin farin undir at umvæla gólvini, og tað arbeiðið er um at vera liðugt. Hetta er somuleiðis partur av ósemjuni og kravinum móti høvuðsarbeiðstakaranum.

At enda vísir Jacob Vestergaard á nakrar brostnar rútar. Til hetta kann upplýsast, at eini fimm-seks rútar eru brotnaðir undir arbeiðinum. Slík óhapp kunnu henda, tá arbeitt verður við stórum amboðum so tætt við eina stóra glasfasadu. Havast skal í huga, at teir fáu rútarnir skulu setast upp ímóti eini samlaðari glasfasadu, ið er umleið 10.000 fermetrar til støddar.

Flestu av áðurnevndu viðurskiftunum, ið Vestergaard vísir á, eru partur av gerðarrættarmálinum millum byggiharran og høvuðsarbeiðstakaran. Sum byggiharri hevur Landsverk somuleiðis afturhildið pening fyri arbeiði, ið stovunurin ikki metir, at arbeiðstakarin hevur megnað at levera sum avtalað. Landsverk hevur eisini tikið stig til at heva trygdirnar á stívar 20 mió. krónur, ið arbeiðstakarin hevur veitt fyri arbeiðið. Peningurin fer sjálvandi til at rinda fyri arbeiðið hjá teimum arbeiðstakarum, ið hava yvirtikið byggingina.

At enda skal leggjast afturat, at Landsverk staðiliga mælir frá at taka eitt time-out nú. Øll við skili fyri slíkari bygging vita, at tað ringasta fyri verkætlanina er, um arbeiðið skuldi steðga upp. Avleiðingarnar verða, at verkætlanin bæði verður seinkað og dýrkar munandi.