Magnus Heinason er júst liðugur við árliga merkingartúrin, har tilsamans 2211 fiskar vórðu merktir, meginparturin toskur. Túrfrágreiðingin kann lesast her.
Í fyrsta hálinum á túrinum, sum var vestan fyri Skúvoy, var ein stórur hemari, sum var 212 cm langur. Í maganum vóru fiskarestir, millum annað tríggjar toskanytrur. Út frá longdini á hesum toskanytrum bar til at siga, at hemarin hevði etið tveir ella tríggjar toskar (smáfiskar), sum vóru 58 til 64 cm langir. Hemari kann harvið eta rættiliga stóran fisk.
Kelda: Havstovan – 24.okt2016