Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tilhaldslógin gevur størri tryggleika

Trygdin hjá borgarum, sum hava verið fyri ónáðum og órætti, verður nú størri. Nýggja lógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing ger tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd (stalka) ella órógvað. Eitt nú verða reglurnar um tilhald greiðari, og eisini verður møguligt  at vísa einum harðligum persóni burtur úr heiminum. Í næstum fer løgmaður, ið eisini varðar av lógarmálum, at leggja lógina fyri Løgtingið.

-Persónliga frælsið hjá hvørjum einstøkum hevur eingin rætt at gera seg inn á. Tá ið persónliga frælsi verður skert, eiga vit at vera á varðhaldi. Nýggja lógin verður ein verja hjá teimum, ið eru fyri ágangi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Ásetingarnar í lógini um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing eru í samsvari við tilmælini í heildarætlanini um Harðskap í parlagum og nærsambondum, sum bleiv løgd fram fyri nøkrum árum síðan.

Høvuðstættirnir í nýggju lógini eru: