Home Fólk & Samfelag Heimavirkisvørur MVG- og skattafríar

Heimavirkisvørur MVG- og skattafríar

by OML

Jørgen Niclasen hevur, vegnað Fólkaflokkin, lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta skattalógina soleiðis, at heimavirki fær sømdir sum rithøvundar, tónaskald og onnur listafólk. Uppskotið kemur til 1. Viðgerð á tingfundinum í dag, sum byrjar kl. 11.

Ein kreativ bylgja hevur skolað yvir føroyska samfelagið seinnu árini. Allar listagreinar spretta við nýhugsan og kreativum hugskotum og tað er av stórum týdningi fyri føroyska samfelagið.

Eisini innan heimavirki hava vit sæð ein eldhug at tulka aldargamla bindingarkynstrið av nýggjum, nýhugsan av búnanum og framleiðslu burturúr horni, gróti, viði og øðrum tilfari. Men tað er ein vandi fyri, at vit missa hesa kreativu orkuna av hondum um vit halda fram við at køva kreativitetin við krøvum um meirvirðisgjald og innrekan av skatti.

Fólkaflokkurin vil tískil stimbra undir kreativitetin við, at javntseta heimavirki við onnur listafólk. Ein stimbran, sum uppá sikt kann tryggja, at onkur kreativ sál sleppur uppfrá. Okkum øllum til gagns.

Tað skal gerast við at frítaka heimavirkisvirksemi fyri MVG og at persónur kann forvinna 50.000 kr skattafrítt. Tað, ein við sølu av heimavirkisvørum forvinnur yvir 50.000, verður skattað við 15%.

Uppskotið var lagt fram í seinastu setu, har alt Løgtingið tók undir við málinum, men samgongan valdi tá at fella uppskotið, tí tey vildu bíða eftir landsstýriskvinnuni. Einki er komi frá henni, tí roynur Fólkaflokkurin aftur og vónar undirtøku.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum er lagt fyri løgtingið og sæst HER:

http://logting.fo/files/casestate/16441/030.16%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20MVG%20og%20skatt-%20Heimavirki.pdf

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.