Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Landsverk leiga seg til monopol

Munnligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann, viðvíkjandi leiguavtalu um asfaltverkið á Sundi.

1. Hevur landsstýrismaðurin góðkent leiguavtaluni, sum Landsverk hevur gjørt um asfaltverkið á Sundi?2. Hvussu er tryggjað at prísurin er tann rætti?
3. Er leiguavtalan í almennum reglum at rokna sum ein leasingavtala og tískil útreiðsluførd sum slík?
4. Hevur Kappingarráðið góðkent avtaluna, sum gevur LV monopol og eisini hevur við sær undirhondssølu av útgerð?

Viðmerkingar:

Hagartil hava vit í Føroyum havt ávísa kapping innan asfalt. Tað hava verið tveir framleiðarar av asfalti og fýra fyritøkur hava bjóðað seg fram til asfalt útlegging.
Nú hevur Landsverk gjørt eina leiguavtalu, sum gevur LV monopol á asfaltframleiðslu.
Við í avtaluni hevur LV gjørt eina undirhondsølu av útgerð til útlegging av asfalti, tað vil siga uttan at bjóða út.
LV vil ikki upplýsa prís, hvørki á leiguavtalu ella á útgerð.
Tí kann av røttum spyrjast, um rætti prísurin er brúktur og um landsstýrismaðurin hevur góðkent avtaluna.
Soleiðis sum leiguavtalan er orðað, sær út til at í almennum reglum er hon at rokna sum leasingavtala. Tá skal játtan og útreiðsluføring av allari avtaluni gerast beinanvegin.
Í avtaluni framgongur, at Kappingarráðið skal góðkenna avtaluna, sum gevur LV monopol og eisini hevur við sær undirhondssølu av útgerð.

14. November 2016

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður