Fólkatalið var 49.673 tann 1. oktober í ár og er vaksið við 733 fólkum síðani 1. oktober í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðstu 15 árini. Fólkavøksturin kemur av stórari nettotilflyting á 457, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 276, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir.
Fleiri konufólk enn menn í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 733 í hesum 12-mánaðar skeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 394 í tali, samanborið við 339 menn. Munurin kemur serliga av nettotilflytingini, har tað vóru 51 fleiri kvinnur enn menn. Hinvegin uppviga kynsmunirnir í føðitali og deyðatali næstan hvønnannan, tí tað verða føddir 37 fleiri dreingir enn gentur, og tað doyggja 41 fleiri menn enn kvinnur. Tilsamans verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum hetta tíðarskeiðið eru 55 fleiri kvinnur enn menn.
Tað er minkandi fráflytingin, ið ger nógv størsta munin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.
Vit skulu heilt aftur til 1980, fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið, og verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, so skulu vit aftur til 1978 fyri at finna lægri fráflyting. Viðvíkjandi tilflytingini er hon tann størsta síðan 2002, og roknað eftir fólkatalinum tann størsta síðani 2008. Høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.
Nærkast skjótt 50.000 í fólkatali
Í myndini niðanfyri sæst broytingin í nettoflytingini millum Føroyar og útlond, býtt á kvinnur og menn, mánað fyri mánað tey síðstu tvey 12-mánaðarskeiðini.
Tann gongdin vit síggja í fyrra 12-mánaðarskeiðinum sep. 2014 – sep. 2015 verður enn greiðari í seinna 12-mánaðarskeiðinum sep. 2015 – sep. 2016: At nú er nettotilflyting alt árið uttan í august, at nettofráflytingin í august nú er nógv minni enn árini frammanundan, og at longu í september er augustfráflytingin aftur vend til tilflyting.
Tað er serliga nettoflytingin, ið er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum. Verður trendurin næstu mánaðirnar á leið tí, sum hann nú vísir, veksur fólkatalið skjótt upp móti teim 50.000, og kann koma upp har á komandi vári, kanska longu í mars-apríl.
Størsti fólkavøkstur í Tórshavnarøkinum og nú ein lítil vøkstur í Suðuroy
Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan Sandoyar sýslu – og eisini ein lítil vøkstur í Suðuroyar sýslu.
Bæði í tali og í prosent er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 410, svarandi til 2,2%. Í tali kemur síðani Eysturoyar sýslu við 138 fólkum, men lutfalsliga er hesin vøksturin “bara” 1,3%, á leið sum í Norðoya sýslu við 1,4%, meðan hann er 1,8% í Vága sýslu. Minsti vøkstur er í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 0,7% og 0,4% í Suðuroy.
Bara í Sandoyar sýslu er minking við 0,6%, sum í tølum tó bert er 8 fólk, ið skjótt kann broytast báðar vegir.
Misjavnur vøkstur í kommununum
Fólkatalið veksur í 18 kommunum, stendur í stað í 2 kommunum og minkar í 10 kommunum.
Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 429 fólkum – hetta eru næstan 60% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.
Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, til Klaksvíkar kommunu við 72 fólkum og báðar kommunurnar í Vágum við tilsamans 55 fólkum og.
Í triðstørstu kommununi, Runavíkar kommunu, vaks fólkatalið bert við 14 fólkum, 1 fólk fleiri enn í Sumbiar kommunu.
Í tali er størsta minkingin í Vestmanna, Hvalbiar og Sands kommunum við ávikavist 18, 14 og 13 fólkum.
Fuglafjarðar og Tvøroyrar kommunur eru nú farnar upp í vøkstur við áikavist 19 og 9 fólkum, meðan Vágs kommuna veksur við 20 og Sumbiar kommuna við 13.
Vøkstur í flestu størri oyggjum – minking í flestu útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum er munandi fólkavøkstur í stóru oyggjunum, uttan í Sandoy. Í Suðuroy er støðug minking vend til ein lítlan vøkstur. Í útoyggjum, umdantikið Svínoy, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað.
Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Kelda: Hagstova Føroya » 16. november 2016