Uppskot til nýggja stevnuskrá var lagt fyri landsfundin hjá Fólkaflokkinum um vikuskiftið, og hon var sera væl móttikin.
Seinasta árið hevur Fólkaflokkurin arbeitt við uppskoti til nýggja stevnuskrá fyri flokkin. Fyri at tryggja, at stevnuskráin hevur jørðildi í øllum baklandinum, hava fundir verið í øllum limafeløgnum. Út frá hesum var uppskot skrivað, sum eisini hevur verið til ummælis í limafeløgum.
Á fjølmenta landsfundinum vóru nógv, ung sum eldri, ið tóku orðið eftir framløguna av uppskotinum. Nøgdsemi var somikið stórt, at avgjørt var, at nú verður síðsta hond løgd á uppskotið og síðan verður stevnuskráin løgd fyri Floksleiðsluna. Í Fólkaflokkinum er Floksleiðslan hægsti myndugleikin. Ein leiðsla, har øll limafeløg eru umboða, eisini HUXA – fólkafloksungdómur.
Grundhugsjónin er tann sama, men nýggja stevnuskráin er meira nútímans. Fólkaflokkurin er framvegis ein borgarligur vinnulívsflokkur
Nýggja skráin leggur eisini dent á útbúgving, mentan og umsorgan. Hon kann av røttum kallast ein harður pakki við bleytum innihaldi.
Væntandi verður nýggja stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum samtykt í næstum. Ein flokkur, sum er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur.