Home TíðindirÚtland 2,5 milliónir til Føroyahúsið

2,5 milliónir til Føroyahúsið

by OML

Avtala millum Javnaðarflokkin og donsku stjórnarflokkarnar tryggjar, at átrokandi ábøtur kunnu gerast í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 

(Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi)

Føroyahúsið í Keypmannahavn er ein avgerandi bindiliður millum útisetar og føroyska samfelagið.

Tað er karmur um 18 føroysk útisetafeløg, og hvørt ár eru umleið 200 tiltøk fyri útisetar í húsinum.

Hetta ger sítt til, at føroyingar í Keypmannahavn kenna seg sum part av føroyska samfelagnum, hóast teir eru burturstaddir – og húsið eigur uttan iva sín stóra lut í teirri gongd vit nú síggja, har støðugt fleiri útisetar flyta aftur til Føroya.

Men húsið er nú í sera vánaligum standi, og verða ikki veruligar ábøtur gjørdar skjótt, er vandi fyri, at ein stórur partur av virkseminum má halda uppat, m.a. tí húsið missir loyvi at hava almennan køk.

Um veruligar ábøtur hinvegin verða gjørdar, hevur eigarin givið tilsøgn um, at føroyingar kunnu leiga húsið í umleið 25 ár afturat. T.e. til íløgan, sum verður gjørd í húsið, hevur tænt fyri seg.

Leiðslan í húsinum hevur leingi leitað eftir fígging, og vendi sær fyrr í ár til fólkatingsmann Javnaðarfloksins.

Hann tók málið upp undir samráðingunum um donsku fíggjarlógina, og semja er nú gjørd við allar donsku samgonguflokkarnar um, at Fólkatingið játtar 2,5 milliónir til Føroyahúsið.

Hetta røkkur langt – men vónin og málið er, at aðrir partar eisini koma við fígging, so húsið kann høvuðsumvælast.

 

Hjálpa føroyingum og dønum

Argumentini, sum fólkatingsmaðurin í samráð við leiðsluna í húsinum hevur nýtt til at fáa semjuna við donsku stjórnina hava verið, at hóast húsið er mentanarligur bindiliður millum Føroyar og Danmark, og hóast danir eru við í summum av feløgunum, sum halda til í húsinum, so rinda føroyingar allan prísin fyri leigu og rakstur.

Og húsið hýsir eisini ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Hendan ráðgeving hjálpir fólki við teimum mongu markaðforðingum, sum eru millum londini – og Fólkatingið hevur einmælt samtykt eitt uppskot frá m.a. Javnaðarflokkinum um, at hesar forðingar skulu beinast av vegnum. Virksemið í húsinum er tí í samsvari við Fólkatingsins samtykt – og tí er natúrligt, at Fólkatingið játtar nøkur oyru til tað.

Hesar grundgevingar bóru á mál – og tí verður nú bøtt munandi um karmarnar um hetta týðandi virksemið millum føroyskar útisetar.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.