Ein stórur trupulleiki við føroysku fiskivinnuni, soleiðis sum hon sær út í dag, er strámannavirksemið og óskattaði kapitaleksporturin, sum stavar frá hesum.
Í ávísum reiðaríum, sum eru stýrd av útlendskum kapitaláhugamálum, er tað týðuligt, hvussu ringa effekt hesin ognarskapurin hevur á samfelagsavkastið hjá reiðaríunum. Ein stórur partur av virísøkingini og vinninginum endar hjá útlendsku eigarunum, uttan at eitt oyra liggur eftir í Føroyum.
Tað er sjálvsagt sera óheppið fyri okkara samfelagsbúskap, men við uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan, sum Fiskimannafelagið hevur gjørt, verður trupulleikin bastur.
Tað fer nevniliga ikki at bera til at flyta virði millum feløg í samtøkum, sum eiga skip við føroyskum fiskirættindum.
Tí eftir uppskotinum skal hvørt skip hava sítt egna felag – sama um talan er um partafelag, smápartafelag ella aðra felagskonstruksjón – sum ikki hevur loyvi at fáast við annað virksemi enn bara raksturin av skipinum. Hvørt felag skal sjálvt borga fyri skatti og øðrum gjøldum óheft av øðrum feløgum og ognarviðurskiftum, sama um reiðaríið eigur ella rekur fleiri skip og/ella annað virksemi. Og allur vinningur og vinningsbýti, sum stavar frá føroyskum fiskirættindum, skal skattast í Føroyum.
Transfer pricing og annað gott, sum ofta fylgir við útlendska strávirkseminum, fer ikki at bera til longur, og einasta áhugamálið hjá møguligum útlendskum eigarum fer at vera skattaða avkastið av sjálvum skiparakstrinum.
Tá verður tað ikki longur ein avgerandi spurningur, um og hvussu nógv útlendingar skulu sleppa at eiga í føroysku fiskivinnuni á sjónum ella ikki.
Axel Hansen
nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag