Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Børn í fátækraváða betri umstøður

Mynd:24.fo

Børn í fátækraváða hava fingið ein munandi styrk seinastu árini. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, greitt í einum fyrispurningi á Føroya løgtingi fyrrapartin.

– Hvørt barn, sum livir í fátækraváða í Føroyum, er eitt barn ov nógv. Okkara samhaldsfasta og ríka vælferðarsamfelag skal altíð stremba eftir, at okkara børn hava somu møguleikar, tá ið tey veksa upp. Nøkur týðandi stig eru tikin, men vit kunnu altíð gera meira, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður varð fyrrapartin ítøkiliga spurdur um, hvussu nógv ein støk mamma við tveimum børnum – einum barni undir skúlaaldur og einum barni yvir skúlaaldur – hevur fingið meira at liva fyri. Hennara ársinntøka varð sett til slakar 200.000 krónur um árið.

Løgmaður svaraði, at samanlagt fáa stakir uppihaldarar við tveimum børnum slakar 40.000 krónur meira um árið at liva fyri í 2017 sammett við 2015. Bøttu umstøðurnar stava frá fleiri ymiskum átøkum, sum millum annað landið, kommunurnar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava tikið stig til. Úr rúgvuni kann nevnast: