Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Úrslit frá PISA kanning 2015

Í morgun varð frágreiðingin um føroysku PISA kanningina í 2015 løgd fram og handað  landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam.

Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar luttaka í altjóða PISA kanningini. Og aftur hesu ferð er framgongd í føroysku úrslitunum. Føroysku næmingarnir klára seg best í støddfrøði, størsta framgongdin er í lesing, og í náttúruvísindum hava vit avbjóðingar. Lítil munur er á gentum og dreingjum í støddfrøði og náttúruvísindum, og flestu føroysku næmingarnir liggja beint niðanfyri miðuna samanborið við miðal í OECD. Tað eru ikki nógvir næmingar í besta bólkinum, og samstundis so flyta alsamt fleiri næmingar seg úr veikasta bólkinum upp í bólk tvey og trý.

Millum tilmælini hjá bólkinum, sum hevur skrivað frágreiðingina um PISA kanningina í 2015, kunnu nevnast: at náttúruvísindaligu lærugreinirnar verða styrktar við at eftirútbúgva og førleikamenna lærarar og at endurskoða lærugreinina heimstaðarlæru í innskúlingini. Eisini verður mælt til at endurskoða allar námsætlanirnar, at styrkja lærugreinaráðgevingina, at fáa betur samsvar millum føroysku námsætlanirnar og tað, sum PISA kannar, og at seta fólk at kanna dátutilfarið frá PISA kanningini.

Landsstýriskvinnan tók ímóti frágreiðingini og lovaði at viðgera hana í álvara. Hon vísti á, at tað setur krøv at gera kanningar, krøv um at arbeiða við úrslitunum og granska tey, so kanningarnar veruliga kunnu verða brúktar at menna skúlan.

– Úrslitini í 2015 benda á, at vit hava ein javnan skúla. Flestu næmingar eru í bólki 2 og 3, og eg fegnist um, at skúlin og lærarar hava megnað at ment læringina soleiðis, at altsamt færri næmingar eru í veikasta bólkinum. Eisini fegnist eg um, at úrslitini eru so jøvn millum kynini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og leggur afturat:

– Tað er hugaligt, at vit nærkast hinum Norðurlondunum, men úrslitini í náttúruvísindaligu lærugreinunum benda á, at okkum tørvar at styrkja tær lærugreinirnar. Tað er eisini hugvekjandi, at úrslitini peika á, at tørvur er á at gera okkara næmingar betri førar fyri at reflektera og at nýta tað, teir hava lært í ymsum støðum, bæði í og uttanfyri skúlaumhvørvið.

Altjóða OECD verkætlanin PISA (Programme for International Students Assessment) kannar við trý ára millumbilum førleikar hjá 15-16 ára gomlum næmingum. Við skrivligum royndum verður kannað, um næmingarnir hava ognað sær vitan og førleikar, ið eru týðandi fyri at vera virknir borgarar í nútíðar samfelagnum.

PISA kannar trý kjarnuøki: náttúrvísindi, støddfrøði og lesing. Høvuðsøkið í 2015 var náttúruvísindi. Í flestu londum, sum luttaka, verður ein umboðandi partur av næmingunum í aldursbólkinum útvaldur til kanningina. Í smærri londum so sum Íslandi og Føroyum luttaka allir næmingar úr 9. flokki.

Frágreiðingin um PISA kanningina í 2015 er tøk á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum: Les her.

Mentamálaráðið, 6. desember 2016