Vit, borgarstjórar í kommununum í Norðoyggjum, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu taka fult og heilt undir við at umskipa 1870-vaktartænastuna, so hon tryggjar borgarunum í Norðurøkinum og Eysturoy eina betri og skjótari tænastu. Vit heita tí inniliga á landsstýriskvinnuna í Heilsumálum um at taka undir við tilmælinum í Heildarætlanini fyri Heilsutænastur í Norðurøkinum um eisini at skipa tænastur í sambandi við 1870 á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Síðani kommunulæknavaktin varð broytt og miðsavnað í Tórshavn, hava borgarar í Norðurøkinum og Eysturoy upplivað, at tænastan er versnað nógv, tí eingin nøktandi og skipað vakttænasta er í nærøkinum. Eingin avtala er heldur um samstarv millum 1870 og Klaksvíkar sjúkrahús, og tí er tilvísingin og tilgongdin til sjúkrahúsið mangan óskipað og tilvildarlig.
Vit heita tí á landsstýriskvinnuna um at broyta kommunulæknavaktina, so vit fáa eina skipaða tilvísing av sjúklingum í Norðurøkinum og Eysturoy til Klaksvíkar sjúkrahús. Hetta kann eitt nú verða gjørt við føstum tíðum á skaðastovuni og meira skipaðum samskifti millum 1870 og sjúkrahúsið.
Vit fegnast um, at Bill Justinussen, løgtingslimur, varpar ljós á málið við at taka tað upp á Føroya Løgtingi, har hann hevur boðað frá fyrispurningi til Siri Stenberg, landsstýriskvinnu, um hvørt hon ætlar at seta hesa tilmæltu loysnina í verk.
Eingin ivi er um, at pláss er fyri batum. Verandi skipan var eitt frambrot í arbeiðsviðurskiftunum hjá kommunulæknunum, men hon vísir fólki til eitt eftir øllum at døma frammanundan ovbyrjað Landssjúkrahús, samstundis sum Klaksvíkar sjúkrahús, við eini vælvirkandi tilbúgving og læknavakt, ikki er ein skipaður partur av 1870 – hetta hóast áleið ein triðingur av borgarunum í landinum hava styttri leið til Klaksvíkar.
Tí heita vit við hesum á landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg, um at skipa kommunulæknavaktina soleiðis, at allir borgarar hava atgongd til vaktartænastur í nærøkinum eftir skipaðum leisti. Við at skipa tænastur í sambandi við kommunulæknatænastuna á Klaksvíkar sjúkrahúsi fáa vit eina bæði betri og meira skipaða gagnýtslu av tilfeinginum, og eitt stórt framstig fyri tænastustøðið í Norðurøkinum og Eysturoy.
- desember 2016
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu
Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu
Hans J. Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri í Kunoyar kommunu
Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu
Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu