Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eldbrunin í Bónus – málið uppklárað

Savnsmynd

Kanningararbeðið hjá politinum viðvíkjandi eldsbrunanum í Bónus í Hoyvík er nú liðugt.

Kanningararbeiðið og avhoyringar í málinum hava staðfest, at eldurin var kyknaður í einum ruskílæti í fløskurúminum.

Ein ungur drongur hevur í dag viðgingið, at hann hevði spælt við eld, og í ósketni burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í, í ruskílætið

Av tí at drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni.

Politiið hevur sostatt ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Jón Klein Olsen

varapolitiinspektørur