Nú løgtingsfíggjarlógin er løgd fram í tinginum, má eg tíverri staðfesta, at als einki er sett av til at byrja fyrireikingina til bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla , og tí má eg sum stjóri á skúlanum gera vart við, at vil Føroya Løgting nýggjan húsarhaldsskúla, so má peningur eisini setast av í 2017, so arbeiðið kann byrja av álvara, og man kann gera tær alneyðugu fyrireikingarnar, sum eru ein fortreyt fyri, at skúlin kann verða liðugur í 2019, sum landsstýrið hevur boðað frá.
Føroya Landsstýri boðaði fyrr í ár frá, at tað ætlar at veita stuðul til bygging av nýggjumHúsarhaldsskúla í 2018 og 2019, og at peningur var settur av í íløguætlanini fyri hesi bæði árini, og øll vit, sum hava verið spent upp á hendan skúlan, fegnaðust.
Men eftirsíðani vísir tað seg, at tað kemur ikki tann endaliga staðfestingin frá løgtinginum ella frá landinum til, at hetta projektið kann fara í gongd, tí fyri at kunna byrja at byggja í 2018 so er tað ein fortreyt, at 2017 verður brúkt til projektering at gera tekningar og útbjóðingartilfar klárt til bygging.ð eigur at vera málið, og skal tað málið náast, so má Húsarhaldsskúli Føroya fáa í hvussu er eina hálva millión í 2017 til at gera tær neyðugu fyrireikingarnar , áðrenn verkætlanin kann verða boðin út alment.
Húsarhaldsskúlin eigur tørn nú
Seinastu nógvu árini hevur man landspolitiskt tosað um at veita Húsarhaldsskúla Føroya nøktandi umstøður til sítt virksemi, men tíverri hevur tað víst seg, at hesin landsfevnandi skúlin støðugt verður koyrdur aftur um aðrar verkætlanir í køini hjá landinum.
Hetta haldi eg er ómetaliga spell, serliga tá hugsað verður um, at vit bert kunnu ganga einum triðingi av umsøkjarunum á møti.
Løgtingið má vísa vegin
Menningarmøguleikar hjá tí nýggja Húsarhaldsskúla Føroya eru sera stórir við tí staðseting, sum nýggi skúlin hevur fingið frá Klaksvíkar kommunu, og hetta er tíðin hjá landinum at smíða, tí Klaksvíkar Býráð hevur givið eina treytaða tilsøgn til bygging av nýggjum húsarhaldsskúla, har býráðið vil koma við hinari helvtini av tí upphædd, sum landið játtar
Hetta merkir, at landið einans kemur at gjalda eina helvt av tí, sum húsarhaldsskúlin skal kosta, meðan Klaksvíkar kommuna fer at gjalda hina helvtina av kostnaðinum. Hetta eigur at vera tungtvigandi, tá ið landið ger fíggjarlóg, og tá ið landið frammanundan sigur, at tað ikki hevur nóg mikið at peningi til at gera allar tær íløgur, sum tað ynskir.
Løgtingið má vísa vegin í sambandi við raðfesting av Húsarhaldsskúla Føroya, sum er ein skúli, ið fevnir um alt landið, við í verki at vísa, at tað ynskir, at nýggi húsarhaldsskúlin skal gerast verðuleiki.
Tað, sum vit biðja um, er ein hálv millión, sum vísir tað, at hesin skúlin skal raðfestast. Hetta má løgtingið vísa longu nú í 2017, um ein skal kunna rokna við, at skúlin skal standa liðugur í 2019.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri
Húsarhaldsskúli Føroya