Home Fólk & Samfelag Kiwanis letur 50.000 krónur til Barnaheimið

Kiwanis letur 50.000 krónur til Barnaheimið

by OML

Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur latið peningagávu til Føroya Barnaheim. Gávubrævið á 50.000 krónur er oyramerkt til heitar pottar sum liður í stimbrandi og mennandi arbeiðinum fyri børn, ið hava havt ein truplan uppvøkstur. Peningurin er savnaður inn við lutaseðlasølu um ólavsøkutíðina og jólatræssølu, sum aftur í ár fer fram við Sjónleikarhúsið í Havn og heldur fram móti jólum, so leingi trø eru eftir.

Føroya Barnaheim ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði at hjálpa børnum, sum eru útsett og merkt av truplum uppvøkstri í heiminum.

Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum endamál at stuðla børnum og barnafamiljum við avbjóðingum í tí dagliga, hevur tí gjørt av at lata Føroya Barnaheimi 50.000 krónur til keyp av heitum pottum. Ein íløga, sum Barnaheimið leingi hevur ynskt at gera, tí royndir vísa, at hetta virkar stimbrandi fyri menningina hjá børnunum, sum í stóran mun koma úr heimum, har tey í størri ella minni mun eru fyri umsorganarsviki.

Nøkur av hesum børnum hava verið til fosturs, men tá fosturforeldrinini í onkrum førum eru noydd at geva upp, er Barnaheimið so siga síðsti møguleikin at skapa hesum børnum eina tryggari tilveru.

Tað eru barnaverndirnar kring landið, sum umvegis Høvuðsbarnaverndarnevndina, ið ávísa børnunum til Føroya Barnaheim.

Í løtuni eru 24 børn á Føroya Barnaheimi, har tað starvast umleið 50 starvsfólk. Fýra av fimm starvsfólkum eru pedagogar, meðan restin eru sosialráðgevarar, sjúkrarøktarfrøðingar, leiðarar og onnur starvsfólk.

Kiwanis Tórshavn letur á hvørjum ári peningagávur til góðgerandi endamál og hevur millum annað stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Javna, Háskúlanum, Frelsunarherinum í Vági og mongum øðrum vælgerandi endamálum.

Ein annar partur av hjálpararbeiðinum hjá Kiwanis er at stuðla familjum við til dømis faðir- ella móðirleysum børnum. Somuleiðis at hjálpa ungum fólkum, sum onkursvegna eru komin illa fyri í samfelagnum, at koma á føtur aftur, við at veita teimum fíggjarliga hjálp til at koma víðari í lívinum.

Peningurin til hjálpararbeiðið hjá Kiwanis Tórshavn stavar frá jólatræssølu í Havn í desember, eins og lutaseðlasølu á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur bátur. Sostatt eru øll tey, sum antin keypa jólatræ ella lutaseðlar frá Kiwanis, við til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá felagsskapinum.

Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Føroyum. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.