Í vikuni vitjaðu børn úr Dr. Margrethu barnagarði býráðshúsið og gingu Lucia-gongu
Seinnu árini hevur verið siðvenja, at býráðshúsið fær vitjan av børnum í barnagarðsaldri miðskeiðis í desember mánaði, tá tey ganga Lucia-gongu her.
Hetta er ein sera hugnalig løta, ið øll starvsfólkini í húsinum gleða seg til. Jólini kennast veruliga í hondum við hesi vitjanini.
Børnini, ið vitjaðu hesa ferð, ganga í Drotning Margrethu barnagarði.
Áðrenn farið varð avstað aftur, fingu tey kakao og jólagóðgæti.
Sangurin, Sankta Lucia:
Køvandi svørt er nátt
Lurta hoyr sangin
Missir tú mál og mátt
Ljóð sum av veingjum
Tá inn um dyrnar vár
Stígur við ljós á hár
Sankta Lucia, Sankta Lucia
Náttin hon líður myrk
Stilli um tún og garð
Alt liggur deytt og myrkt
Skuggar um djúpan dal
Tá inn um húsa gátt
Stígur á hesi nátt
Sankta Lucia, Sankta Lucia
Veturin langur er
fjalir øll somul
myrkrið tá valdar her
ung og øll gomul
men til vár miðum stað
kemur hon ljós og glað
Sankta Lucia, Sankta Lucia.