Home VinnutíðindiFiskivinna Norðhavssild enn í føroyskum øki

Norðhavssild enn í føroyskum øki

by OML

Havstovan skipaði fyri leiting eftir norðhavssild í føroyskum øki í desember í 2016, eins og gjørt varð í 2014 og 2015. Christian í Grótinum gjørdi stuttan kanningartúr frá 9.-12. desember norðan fyri Føroyar.

Sild varð funnin í einum øki frá umleið 64°N eystan fyri 4°V og norður móti markinum. Góðir stimar vóru at síggja rundan um 65°N og 3-4°V. Tvey hál vóru gjørd, og tað vísti seg, at meginparturin av sildini var norðhavssild (90%), meðan restin var heystgýtandi sild.

Henda royndin er millum annað liður í at kanna, hvussu leingi norðhavssildin leitar sær føði í føroyskum sjógvi. Kanningarnar hava víst, at hon kemur hendan vegin longu í apríl eftir gýtingina fram við norsku strondini, og verður verandi í føroyskum øki til langt út á heystið, og seinnu árini hevur hon verið at funnið út móti markinum í desember mánaði. Sambært kanningunum sær eisini út til, at í januar og februar er eingin norðhavssild í okkara øki.

 

Les alla frágreiðingina

Jan Arge Jacobsen 21. desember 2016

 

Ekkóvirðir (nøgd) av norðhavssild í føroyskum øki, Christian í Grótinum, desember 2016.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.