Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Arbeiðsloysið 2,3% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Í november var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%. Eftir kyni var tað 2,3% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum. Hetta er lægsta arbeiðsloysi í árinum, har tað  hevur sveiggjað millum 2,7 og 3,0%. Í tali vóru tað tilsamans 707 persónar, 35 fleiri kvinnur enn menn.

 

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tíggju árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð og so árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað 12-mánaðarskeiðið frá desember í fjør til november í ár, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

Munurin í arbeiðsloysi millum kvinnur og menn er minkaður nógv
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru tað fyri tveimum árum síðani um 200 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, fyri einum ári síðani var munurin um 80  fleiri kvinnur og er nú aftur minkaður heilt niður í 35.

Nógv størsta arbeiðsloysið er hjá 25-34 ára gomlum
Meðan arbeiðsloysið fyri øll tilsamans er 2,5%, er tað størst í aldursbólkinum 25-34 ár við 3,9%. Men her er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí hjá kvinnum er tað við 5,2% næstan dupult so stórt sum hjá monnum við 2,9%.

Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,9%, tað er ávikavist 1,7% hjá monnum og 2,1% hjá kvinnum. Við 2,4% hava tey elstu 55-66 ára gomlu eitt lægri arbeiðsloysi enn miðaltalið fyri allar aldursbólkar tilsamans.

Minst arbeiðsloysi eystan-, vestan- og norðanfyri – størst sunnanfyri
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
– Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,6% og í Vága og Norðoya sýslum við 1,8%.
– Hægst er tað í Suðuroy við 3,2%, Sandoy við 2,8% og Suðurstreym við 2,7%.
– Har í millum er Norðstreym við 2,3%.

Hetta er alt roknað fyri bæði kyn tilsamans. Men serliga í Norðstreymi, Eysturoy, Sandoyar og Suðuroyar sýslum er sera stórur munur millum kynini, tí har er arbeiðsloysið hjá monnum umleið helvtina av tí hjá kvinnum. Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 1,1%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
– Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
– Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
– Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.