Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ganga grýlu longu í januar

Ásannast má at 2016 sum heild hevur roynst stak væl fyri fiski- og alivinnnuna, hóast óvissa kastar skuggar yvir framtíðar útlit, og vinnan stúrir fyri at ein hóttandi grýla skjótt fer at trína fram: uppboðssøla av øllum fiskirættindum.

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Ongantíð í søguni hava føroyingar sum nú havt viðgongd í útflutningi av fiskavørum, og 2016 stendur til at sláa øll met frá farnum árum. Tøl frá Hagstovu Føroya vísa at hesin útflutningur teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár fór langt upp um tær 5,384 milliardir krónur í virði sum avskipað varð fyri tíðarskeiðið januar-oktober 2015. Talan er tilsamans um eina øking upp á 993 milliónir kr. fyri hetta 10-mánaða tíðarskeiðið í ár samanborið við í fjør.  Av teimum 6,181 mia. kr. sum útflutt er fyri í januar-oktober 2016, stendur alifiskur næstan fyri helvtini, meðan uppsjóvarfiskur umboðar millum ein fjórðing og ein fimting, og botnfiskur íroknað flundrufisk millum ein fimting og ein sættapart; restin er annað, herundir skeljafiskur.

Sjálvandi verður latið væl at innan tær vinnur ið hava staðið seg so væl. Lønirnar hava eisini verið góðar og greitt er at nógv avleitt virksemi er, og tað samlaða búskaparliga avkastið av øllum hesum er trivaligt. Hinvegin er óvissan í mun til tað vinnupolitiska umhvørvið samstundis vaksin til eina marru sum ikki kann annað enn spenna bein fyri langtíðar planlegging og forða fyri endurnýgging av fiskiflotanum.
Ein sólskinssøga her er tó keypið hjá Framherja av nótaskipinum Torbas úr Noregi, sum kemur inn í flotan fyri Høgaberg. Talan er um nýggjasta skip í uppsjóvarflotanum, bygt fyri umleið tveimum árum síðani, optimerað til at fáa hægstu dygd, og hægsta prís, burtur úr makreli, nakað ið krevur atgongd til marknaðir sum Japan, har norðmenn leingi hava staðið sterkir.
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2016/12/ganga-grylu-longu-i-januar.html#more
Mynd:
Flaggskrýddur Torbas fyri umleið tveimum árum síðani (Kystmagasinet)