Nevndin í nýggja Landsbanka Føroya hevði sín fyrsta fund í Tinganesi í dag. Á fundinum luttóku, umframt nýggju nevndarlimirnir, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum greiddi nevndini frá hugsjónum samgongunnar við skipan av nýggja Landsbanka Føroya.
Landsbanki Føroya er ein sjálvstøðugur almennur fíggjar- og greiningarstovnur, ið skal virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Landsbankin fer eitt nú at ráðgeva tí almenna um fíggjarlig viðurskifti, fer støðugt at gera fíggjarligar váðagreiningar, og at umsita skuld og gjaldføri landsins, umframt Búskapargrunn Føroya og Samhaldsfasta (AMEG).
Landsbankin verður kjølfestur breitt í samfelagnum, og verður nevndin tí eisini vald eftir tilmæli frá breiðum skara. Nevndarlimirnir verða valdir eftir tilmæli frá: Fakfeløgunum, Arbeiðsgevarafelagnum, Kommunufelagnum, Fróðskaparsetur Føroya og Landsstýrinum.
Nevndarlimir skulu sambært lóg hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av hesum førleikaøkjum: búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum. Nevndin skal samanlagt fevna um allar hesar førleikar. Viðlagt er yvirlit, sum í stuttum lýsir valdu nevndarlimir Landsbankans.
Nevndin skipar seg við sjálv við forkvinnu/manni. Hetta verður gjørt á einum av komandi nevndarfundunum.
Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggju nevndini, verður at lýsa eftir stjóra til Landsbanka Føroya. Landsbankin verður sambært lóg stovnsettur 1. januar 2017. Nevndin avgjørdi at seta Maluna Johansen, deildarstjóra á Fígging Landsins, sum fyribils stjóra.
Á fundinum í dag ynskti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nevndini blíðan byr við arbeiðinum at skipa nýggja Landsbanka Føroya. Landsstýriskvinnan vísti m.a. á, at: “Hetta er ein stórur dagur. Tí við nýggja Landsbanka Føroya fáa vit ein óheftan búskaparstovn, ið fer at styrkja okkara land og búskap. Føroyar eru tíverri raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggini. Tær hava kostað fólkinum, vinnuni og samfelagnum nógv, bæði tá ið ræður um fíggjarlig virði, trivna, sjálvbjargni og fólkatal. Vit vilja gera alt fyri at fyribyrgja at søgan endurtekur seg, og taka tí nú við Landsbanka Føroya týðandi fet fyri at styrkja okkara vitan, búskaparamboð og ávaringarskipan. Føroyar gerast harvið sterkari, tryggari og sjálvbjargnari.”
29. desember 2016
Fíggjarmálaráðið
Sí skjal um valdu nevndarlimirnar í Landsbanka Føroya her.