Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hví svíkur Kringvarpið sínar Public Service skyldur?

Tað er ikki í lagi, at Kringvarpið áhaldandi svíkur sínar skyldur til at upplýsa okkum føroyingum um týðandi mál, fyri einans at senda illa undirbygd “Ekstra Blað-tíðindi” út til fólk. Eitt feskt dømi er vantandi upplýsing og kjak um nýskipanina av okkara høvuðsvinnu – Fiskivinnuni

 

Fyri skjótt tíggju árum síðani blivu øll veiðiloyvini í fiskivinnuni, okkara høvuðsvinnu, søgd upp og farið varð undir eina tilgongd at skipa fiskivinnuna av nýggjum. Fleiri royndir og uppskot hava verið frammi um, hvussu vinnan eigur at verða skipað framyvir.

 

Í seinastuni er eitt álit komið fram frá Fiskivinnunýskipanarnevndini, ið sett varð av Landsstýrinum. Í álitinum eru tvey uppskot, ið bæði byggja á eina skipan við uppboðssølu av rættindum, men samstundis var sjálvur formaðurin í nevndini alment frammi og segði, at hann helt, at arbeiðssetningurin átti at verið breiðari, soleiðis at nevndin kundi havt hugt eftir øðrum loysnum enn uppboðssølu, tí hann var ivasamur um uppboðssøla var rætti hátturin.

 

Stutt eftir kom eitt uppskot frá Sambandsflokkinum, sum í fleiri lutum líktist tilmælunum frá nýskipanarnevndini, men sum í nógv minni mun bygdi á uppboðssølu og í størri mun bygdi á gjald fyri rættindi.

 

Einki veruligt kjak í Kringvarpinum

Hóast talan er um nokk størstu nýskipan av okkara høvuðsvinnu, og harvið okkara samfelagi, í nýggjari tíð, hevur lítið og einki kjak verið um evnið í Kringvarpinum. Tá man spyr Kringvarpið um hví teir ikki lýsa evnið til fulnar, er svarið sum við ein munn, at “evnið er ov torført” og “tað er ringt at gera áhugavert fyri meiniga mannin”.

 

Er tað gott nokk, at størstu avgerðirnar í okkara samfelag ikki verða lýstar til fulnar í okkara Public Service Kringvarpi? Kann Kringvarpið veruliga loyva sær at ignorera stóru politisku avgerðirnar í okkara tíð, tí “evnið er ov torført”?

 

Heldur Ekstra Blað-journalistikk enn saklig upplýsing

Kringvarpið hevur heldur lagt seg á tann bógvin at senda Ekstra Blað jounalistikk heldur enn at gera sendingar við veruligari viðgerð og kjak av týdningarmiklu evnunum í samfelagnum.

 

Dømi um illa undirbygdu Ekstra-Blað-tíðindini er, at beint fyri jólum var langt innslag í Degi og Viku, har undirritaði varð lagdur undir at hava broytt meining um uppboðssølu av fiskirættindum og at orsøkin skuldi vera, at tað at hava framt eitt arbeiði fyri Reiðarafelagið merkti, at man harvið meinti tað sama sum Reiðarafelagið.

 

Lat tað beinanvegin vera sagt, at tað er í fínasta lagi at Kringvarpið tekur spurningar um óheftni upp og at tað tí sjálvsagt er í fínasta lagi, at spurningar vera settir til um meiningar eru óheftnar ella um tær eru ávirkaðar av áhugabólkum.

 

Tað, sum tó als ikki er í lagi, er, at Kringvarpið ikki setur seg inn í hvørjar meiningar viðkomandi fólk veruliga hava og hví meiningarnar eru sum tær eru, altso hvørjar grundgevingar liggja aftanfyri meiningarnar. Hví bleiv t.d. spurningur ikki reistur um hví fleiri búskaparfrøðingar ivast í um uppboðssøla av fiskirættindum er rætta loysnin? Hví ivast sjálvur formaðurin í nýskipanarnevndini um uppboðssøla er rætta loysnin? Hví ivast undirritaði nú um uppboðssøla er rætta loysnin, tá hann áður hevur sett uppskot fram um uppboðssølu av fiskirættindum? Hvørja loysnir síggja onnur fakfólk fyri sær? Og hvørjar grundgevingar eru fyri skipanini hjá Sambandsflokkinum?

 

Drama og undirhald heldur enn innihald

Heldur enn at viðgera evnið er lættari at seta fram illa undirbygdar pástandir og drama-søgur, ið eru betur sum undirhald. Men er Public Service ikki eitt krav um veruligt innihald og ikki einans undirhald?

 

Tríva vit í aftur dømið omanfyri við innslagnum í Degi og Viku fyri jól konkluderaði Kringvarpið uttan fyrilit, at sjónarmiðini hjá undirritaða vóru ájavnt við tey hjá Reiðarafelagnum. Men eru tey tað?

 

Undan samrøðuni hevði undirritaði sent Kringvarpinum tilfar, sum lýsti hvørja støðu viðkomandi hevði til uppboðssølu av fiskirættindum, fyri harvið at vísa á, at sjónarmiðini ikki lógu ájavnt við tey hjá Reiðarafelagnum. Talan var um røðu frá orðaskifti í Løgtinginum og annars um alment kenda uppskotið hjá Sambandsflokkinum um nýskipan av fiskivinnuni.

 

Kringvarpið hevði tó ikki so frætt sum hugt eftir tilfarinum!

 

T.v.s. einki sum helst research var gjørt av fakta um pástandirnar hjá Kringvarpinum.

 

Tað var snøgt sagt ikki áhugavert hjá Kringvarpinum at seta seg inn í, hvat undirritaði veruliga meinti og hví. Tað var munandi meiri áhugavert hjá Kringvarpinum at hava sína egnu drama-søgu, sum kundi tæna sum undirhald heldur enn at viðgera sjálvt evnið.

 

Research til dumpukarakter í Kringvarpinum

Vit, sum dagliga fáast við gransking, vita, at skal eitt evni veruliga viðgerast og lýsast út í æsir, er neyðugt, at seta seg væl og virðiliga inn í fakta og fáa evnið lýst frá øllum vinklum. Tað nyttar ikki at seta fram pástandir, sum als ikki eru undirbygdir.

 

Tað, sum Kringvarpið í alt størri mun leggur á borðið, er drama og undirhald, ið als ikki er undirbygt við research av søguni. Kringvarpið finnur ein “vinkul”, sum teir kalla tað, og síðan fortelja teir sítt drama fyri hyggjarum og lurtarum.

 

Høvdu vit, ið granska, gjørt tað sama, høvdu vit aldrin blivið bidnir til nakra uppgávu aftur, tí slíkt research kann ikki brúkast til nakað. Men opinbart er tað í lagi hjá Kringvarpinum?

 

Hava vit føroyingar ikki uppiborið betur?

 

Um Kringvarpið fær hug til at geva nýskipanini av fiskivinnuni eina harðliga tiltrongda viðgerð, bæði fakliga og politiskt, vil eg fegin geva alt tað íkast, sum eg kann til evnið.

 

Magni Laksáfoss

Búskaparfrøðingur og tinglimur Sambandsflokksins