Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Anders Samuelsen, vitjar Poul Michelsen

Danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, vitjar Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum

Á fundi hósdagin 5. januar umrøddu partarnir millum annað samstarvið millum Føroyar og ES. Poul Michelsen, landsstýrismaður, vísti á, at tørvur er á at endurskoða sambond okkara við ES. Her er neyðugt, at danir eisini átaka sær ein aktivan leiklut og stuðla tilgongdini.

Onnur mál á skrá vóru sínámillum kunning um áleikandi mál í londunum báðum, har Poul Michelsen kunnaði um m.a. fiskivinnunýskipanina, føroyska búskapin og arbeiðið við stjórnarskipanini. Eisini Fámjinsskjalið varð umrøtt, og landsstýrismaðurin gjørdi vart við, at tað hevur alstóran týdning, at Føroyar fáa ta neyðugu kunningina í sambandi við luttøku Danmarkar í eitt nú krígsátøkum.

Poul Michelsen greiddi stutt frá, at landsstýrið metir tørv vera á at endurskoða uttanríkispolitisku lógina, og heitti á danska uttanríkisráðharran um at vera við til at seta sjøtul á hetta arbeiði.

Fríggjadagin 6. januar vitjar uttanríkisráðharrin SEV og Ferðaráðið, og hevur fund við Uttanlandsnevndina í Løgtinginum, áðrenn hann fer av landinum aftur seinnapartin.

Kelda: uvmr.fo