Home Fólk & SamfelagPolitikkur Endurstovna føroysku Veðurstovuna

Endurstovna føroysku Veðurstovuna

by OML

Landsstýrismaðurin hevur boða frá, at arbeitt verður við at fáa føroyskan veðurstovn. Taki fult undir við at endurstovna Veðurstovuna á Flogvøllinum.

Lítil ivi er um, at verðurfrøðingar gerast betur, um teir hvønn dag liva í og síggja tað veðri, teir hava mett um.

Flogvinna, útróðarvinna og vit øll vóru sera fegin um tað tænastu, føroyski verðurstovnurin á flogvøllinum kundi veita okkum. Veikleikin var tó, at ringt var at fáa veðurfrøðing, tí fakliga umhvørvi vantaði. Tað var bert ein veðurfrøðingur í starvi. Endin var, at føroyska Veðurstovan av niðurløgd.

Í dag rinda vit 1,8 mió. kr til danska verðurstovnin, DMI, umframt at peningur stendur á fíggjarlógini til veðurtænastu. Her er peningur til meira enn ein veðurfrøðing.

Um stovnurin verður endurstovnaður á flogvøllinum, er eisini annað fakligt umhvørvi at sparra við á staðnum. Nú eru fleiri AFIS operatørar í torninum við hollum kunnleika til veðurfrøði og eisini er hópin av flogskiparnum, sum bæði hava kunnleika um og sum hvønn dag síggja og merkja veðrið. Vága Floghavn hevur eisini hølir og útgerð tøka. So her ber til at fáa eina góða loysn, sum kann rindast við verandi játtanum.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.