Í oktober vóru 25.512 løntakarar, árstíðarjavnað, Tað eru 527 fleiri enn fyri einum ári síðani. Sostatt heldur gongdin fram, ið nú hevur hevur staðið við í næstan trý ár, har tað hevur verið ein lítil tilgongd av løntakarum hvønn mánað síðan ársbyrjan 2014.
Í
Frammanundan var gongdin tann øvugta, har fíggjarkreppan í 2008 førdi við sær eina stóra afturgongd, frá 26.000 løntakarum til 23.500 í 2012.
Í hesari øldini var stór framgongd fyrstu árini. Hetta var endin á stóru framgongdini eftir kreppuna í nítiárunum. Í 2003 steðgaði vøksturin og ein lítil afturgongd var nøkur fá ár, har ein orsøk var, at alivinnan fór fyri bakka. Men afturgongdin vardi stutt, tí síðan kom stóri vøksturin fram til fíggjarkreppuna. Sjálvt um tað hevur verið vøkstur seinastu trý árini, so er framvegis ikki alt vunnið innaftur í mun til toppin í 2008.
200 fleiri fleiri í bygging og tilvirking seinasta árið
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.
Í oktober vóru 25.494 løntakarar, 479 fleiri enn í oktober 2015. Vøksturin er 1,9% sum er tann lakasti í ár. Á vári 2016 var vøksturin yvir 3%, men er dragnaður nakað síðan og rakti ársins higartil lægsta í oktober.
Í fiski- og alivinnuni er aftur minking, hóast lítil tí hesaferð eru bara fimm løntakarar færri. Í alt 2016 hevur fiski- og alivinnan sveiggjað millum fram- og afturgongd.
Byggivinnan hevur framvegis stóra framgongd. Í oktober vóru 3.616 løntakarar í byggivinnuni og aðrari tilvirking, 197 fleiri enn fyri einum ári síðan, framgongdin er 5,8%. Byggi- og tilvirkingarvinnan hevur í alt 2016 havt størri framgongd enn nú, eina løtu var vøksturin yvir 7%.
Eisini í privatu tænastuvinnunum er vøksturin dragnaður nakað, privatu tænastuvinnurnar hava ein vøkstur upp á 1,1% meðan almennar tænastur hava somu gongd sum restina av árinum, eini 200 fleiri løntakarar, sum er ein vøkstur upp á 2,2%.
Stórur munur á gongdini í ymsu vinnugreinunum
Løntakarar eftir vinnugrein vísa, at tað er stórur munur á gongdini í vinnugreinum. Í landbúnaðinum er vøksturin næstan 14%, meðan tað í ráevnisvinnuni er afturgongd uppá 20%. Men hetta eru smáar vinnugreinar, og tá er skjótt hvønn vegin. Í størru vinnugreinunum er størsta framgongdin í alivinnuni. Í oktober høvdu 1.074 fólk sína høvuðsinntøku í alivinnuni, 88 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 8,9%. Eisini í kommununum er stórur vøkstur, nú arbeiða 248 fleiri í kommununum ella hjá ríkinum í mun til í oktober 2015. Ein av orsøkunum til vøksturin man vera, at eldraøkið nú verður rikið av kommununum.
Byggivinnan hevur eisini ein vøkstur upp á yvir 100 løntakarar. Í oktober starvaðust 1.894 fólk í byggivinnuni, tað eru 101 fleiri enn sama tíðarskeið árið fyri, tá tey vóru 1.793. Vøksturin er 5,6%.
Afturgongdin rakar serliga fiskivinnuna og tað, sum hevur við sjógvin at gera. 26 færri vóru til fiskiskap, 34 færri í sjóflutningi og 70 færri í fiskavøruídnaðinum. Afturgongdin er millum 1,7 og 4,7%.
Í heilsu- og almannaverki eru stívliga 100 færri løntakarar, helst partvíst sum avleiðing av at eldrarøktin nú eru undir kommununum.
Útgreinað og dagførd hagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.