Home Tíðindir BSF: Betra um fortreytir fyri væl eydnaðum verkætlanum

BSF: Betra um fortreytir fyri væl eydnaðum verkætlanum

by OML

Við støði í stóra byggivirkseminum í Føroyum í dag, tók Byggiharrasamtak Føroya, BSF, stig til ein temadag í november, har ljós varð sett á avbjóðingarnar innan bygging. Hetta við tí fyri eygað at betra um góðsku, halda kostnaðinum niðri, minka um byggimistøk og yvirhalda ætlaðar byggitíðir, sigur BSF í tíðindaskrivi.

Sum Byggiharrasamtak Føroya, BSF, lovaði undir temadegnum á Hotel Føroyum 14. november 2016, fer samtakið at taka tráðin upp og viðgera niðurstøðurnar, sum komu fram á degnum. Yvirskipaða evnið á temadegnum var: “Ein væleydnað verkætlan – hvat skal til?” Í samstarvi við Ráðgevarafelagið og Føroya Handverkmeistarafelag hevði BSF sett hesi evnir á skránna fyri temadagin:

– Eitt danskt sjónarmið til trýstið á byggivinnuna v/ Henrik L. Bang, stjóra í danska Bygherreforeningen
– Tann góða verkætlanin v/ Árna Winther, arkitekti
– Eftirmeting av verkætlanum v/ Helga Rasmussen, vinnusálarfrøðingi
– BIM/VDC – ein talgild tilgongd til eina góða verkætlan v/ Peter Bo Larsen, tekniskum stjóra í MT Højgaard
– Projektmenning v/ Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðara fyri víðkanina av Sundsverkinum hjá SEV
– Fortreytirnar fyri at betra um tíðarstýring, góðsku og kostnað v/ Jón Sigurðsson, stjóra í Articon

Eisini varð skipað fyri tveimum verkstovum, har luttakararnir fingu høvi at kjakast og viðgera evnini á degnum.

Eftir ein uppbyggjandi og áhugaverdan dag, har øll vinnan fekk møguleika at koma við uppskotum og hugsanum til hesi evni, eins og hugt hevur verið eftir niðurskrivaðu viðmerkingunum frá verkstovunum, kom BSF fram til nakrar høvuðsniðurstøður.

Fortreytirnar skulu vera realistiskar
Fyri at ein verkætlan skal eydnast, er tað týdningarmikið, at fortreytirnar eru realistiskar. Tað er alt ov oftani, at karmarnir eru fastlagdir ov tíðliga so sum kostnaður og tíðarfreist, og tað samsvarar oftani ikki við ætlanina. Eisini verður farið í gongd við byggingina, áðrenn ein kennir verkætlanina.

Í hesum sambandi nevndi Árni Winther, arkitektur, dømir um ymiskar byggiverkætlanir, har fortreytirnar ikki samsvaraðu ætlanunum. Eitt nú í sambandi við byggingina av Norðurlandahúsinum, har karmarnir vórðu fastlagdir ov tíðliga, og har húsið endaði við at kosta fleiri ferðir meira enn ætlað. Hóast tað, er talan um eina bygging, sum hevur verið til stóra gleði og stórt gagn fyri brúkarar og føroyska samfelagið sum heild. Talan var tó upprunaliga um eina verkætlan við órealistiskum fortreytum. Hendan verkætlan, eins og Marknagil eisini kann takast við, eru góð dømir um, at byggiharrar ikki skulu lata seg kúga. Meira realistiskar verkætlanir vilja eisini bera í sær betri og virðiligari samskifti millum partarnar, tí ongin verður kroystur at loysa eina uppgávu, sum ikki gongur upp.

Týdningarmikið við loypandi eftirmeting og eftirmeting sum heild
Undir temadegnum var semja um, at eftirmeting sum heild er niðurraðfest. Ein eftirmeting verður oftani raðfest til at vera tikin síðst í verkætlanini, ið er óheppið, tí tað tá ikki er møguligt at stegða møguligum feilum, sum høvdu kunnað verið funnir, um tað varð eftirmett loypandi. Eisini er hvørki tíð ella peningur settur av til eina eftirmeting, so tá verkætlanin er liðug, verður farið beint víðari til næstu verkætlan. Um ein eftirmeting skal koma vinnuni til gagns, má álit og virðing vera millum partarnar, og kann hon tá føra við sær bæði betringar og vitanardeiling.

Arbeiðstakarin skal tíðliga inn í tilgongdina til verkætlanina
Triðja høvuðsniðurstøðan var, at fyri at gera eina væl eydnaða verkætlan, skal arbeiðstakarin takast við í verkætlanina, áðrenn projekteringin er liðug. Alt ov oftani er verkætlanin komin ov langt, áðrenn arbeiðstakarin verður tikin við, og tá er ikki í nóg stóran mun tikið hædd fyri til dømis tíðarfreist og teimum ymisku fasunum. Hetta kann elva til, at møguligar rættingar verða gjørdar eftir byrjan av verkætlanini, heldur enn áðrenn. At inndraga arbeiðstakaran fyrr í tilgongdina kann ikki bert fanga feilirnar fyrr, men eisini bera í sær betri samskifti millum allar partar.

Mest framkomna tøknin eigur at verða nýtt
Byggiharrasamtak Føroya metir, at fyri at tryggja áhaldandi menning av byggivinnuni í Føroyum, er tað týdningarmikið, at mest framkomna tøknin verður nýtt. MT Højgaard hevði á temadegnum eina áhugaverda framløgu um BIM/VDC (Virtuel Design Construction), ið er eitt talgilt amboð, sum við fyrimuni kann nýtast til at betra um góðsku og tíðarstýring.

Landsverk hevur í nøkur ár arbeitt við BIM, og hendan tøknin verður nú nýtt til byggingina av nýggja H-bygninginum í Landssjúkrahúsinum. Hetta ger, at Landsverk fær royndir innan ta nýggjastu tøkni og kann deila hesa vitan við aðrar luttakarar í byggivinnuni, ið tí kann vera til fyrimuns fyri alla vinnuna.

Tað skal lurtast eftir allari vinnuni
Ein skipað og gjøgnumførd eftirmetingarmentan vil føra við sær innlit og vitanardeiling, eins og tað er týdningarmikið at lurta eftir allari vinnuni. Ein væleydnað verkætlan best kann náast við menning og áhaldandi samskifti og virðing millum allar partarnar, ið taka lut í stóra byggivirkseminum í Føroyum í dag.

Eftirspæl
Fyriskiparnir av temadegnum eru sera væl nøgdir við dagin og meta, at nógv áhugaverd sjónarmið og íkast komu fram, eins og eitt gott og mennandi kjak var á degnum. Hetta verður nú gjølla endurskoðað og viðgjørt saman við Ráðgevarafelagnum og Føroya Handverkmeistarafelag, soleiðis at ítøkilig úrslit koma burtur úr tiltakinum sum millum annað vegleiðingar, kravfestingar og dagføringar.

Byggiharrasamtak Føroya fer at kunna nærri um gongdina seinni í ár.

tilvildarlig savnsmynd lv.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.