Í samband við bjargingina av manningini á Vesturland ynskir reiðaríðið at takka øllum pørtum, sum vóru við í hesum arbeiðinum.
Bjargingin var framúr professionell.
Hetta vísur, at bjargingartyrlan hjá Atlantic klárar eina uppgáva sum hesa og er hetta eitt staðfest dømi, um trygdina hjá sjómonnunum í føroyskum sjógvi.
Vit takka tyrlumanningini fyri teirra bragd og eisini ein tøkk til MRCC, Vørn og Arktisk kommandu og brandmonnunum á Skála.