Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Stórar umskiftingar millum løntakarar í handli og umvæling

Ein av teimum heilt stóru vinnugreinunum er handil og umvæling. Í hesari vinnugrein hava verið um 3.000 løntakarar síðstu nógvu árini, men hóast tað ikki hava verið tey stóru sveiggini í samanlagda talinum, eru stórar umskiftingar hendar millum løntakarar innanhýsis í hesi grein, m.a. viðvíkjandi aldursbýti og serliga millum ymisku sýslurnar í landinum.

 

Í vinnugreinini eru allar handilsfyritøkur og sølufyritøkur, ið eisini hava verkstøð til umvælingar, so sum t.d. bilasølur.

Løntakarar í handli og umvæling fylgja neyvt gongdini í samfelagnum. Góðu tíðirnar síðst í áttatiárunum eru týðiligar, og eins týðiligt er, at kreppan fyrst í nítiárunum gjørdi, at yvir triðingur av løntakarunum fór úr handilsvinnuni. Frá 1994 og heilt fram til 2008 var at kalla javnur vøkstur, og vóru tað 3.300 fólk í handilsvinnuni, tá tað var uppá tað mesta. Fíggjarkreppan tók broddin av toppinum, men seinastu átta árini hava verið um 3.000 løntakarar í vinnugreinini handil og umvæling.


Útvald ár við umleið 3.000 løntakarum

Fyri at samanbera gongdina í aldursbólkum og sýslum, eru trý ár vald út, har tað eru um 3.000 løntakarar og árið 2008, tá flest vóru í vinnugreinini, 1988 fyri at hava eitt eldri ár, og 2004 og 2016, har tað eru áleið eins nógvir løntakarar í vinnugreinini.

Meir enn fimti hvør er í tannárunum

Fyri øll útvaldu árini er galdandi, sum væntað, at bulurin eru tey í aldursbólkinum 25 til 54 ár. Í 1988 vóru 55% av teimum í handli og umvæling í hesum aldursbólkum. Haruframt vóru nógv ung, í aldrinum 16 til 24 knýtt at vinnuni, har tey vóru umleið ein triðingur.

Frá 1988 fram til 2004 tykist tað, sum tey, ið eru virkin í hesi vinnu, eldist nakað: nakað færri eru í aldursbólkinum 20-24 ár, og nakað fleiri í eldru aldursbólkunum. Hetta ger, at tey í aldrinum 25 til 54 ár eru næstan 60% av løntakarunum í vinnugreinini.

Í uppgongdini til 2008 koma hálvtriðjahundrað fleiri løntakarar í handilsvinnuna. Tannáringar vera 150 fleiri og 130 fleiri eldri enn 40 ár. Í aldursbólkinum 25 til 39 ár er lítil minking. Nú átta ár seinni hevur handilsvinnan tillagað seg og skorið 10% av løntakarunum burtur. Í 2016 er ongin broyting í mun til 2008 fyri tannáringar 16 til 19 ár og tey ungu 20-24 ár. Hinvegin er minkað í aldursbólkunum 25 til 39 ár við 180 løntakarum, og í aldursbólkinum 40 til 54 við 50.

Hetta ger, at nú eru 51% av løntakarunum í vinnugreinini í aldursbólkunum 25-54 ár, sum er tað lægsta síðan 1985. Hinvegin eru tað serliga tannáringar, sum nú eru farin at fylla meira: í 1988 og 2004 vóru umleið sjeyndi hvør í tannárunum, men síðan 2004 hava tannáringar í størri mun fylt handilshølini, og er nú meira enn hvør fimti í tannárunum. Somuleiðis sæst, at nakað fleiri av eldri eru í vinnugreinini. Tað eru tí ábendingar um, at handilsvinnan í størri mun brúkar unga arbeiðsmegi, sum helst arbeiðir niðursetta tíð og hevur arbeiði sum hjáinntøku, meðan tey ganga í skúla.


Vøkstur í Streymoynni, minking í hinum sýslunum síðstu árini

Tá handil og umvæling verður skipað eftir sýslu, eru tað tvær høvuðsgongdir. Tann eina er, at frá 1988 til 2008 vaks vinnugreinin uttanfyri Streymoynna, í Streymoyar sýslu minkaði hon. Í 1988 vóru 1.914 løntakarar í Streymoyar sýslu, og í 2004 var tað minkað til 1.648. Hetta vaks nakað fram til 2008 og hevur síðan tá staðið í stað. Sostatt arbeiða eins nógv nú í vinnugreinini handil og umvæling í Streymoyar sýslu, sum tá tað vóru flest í 2008.

Hin høvuðsgongdin er, at hinar sýslurnar fingu alsamt fleiri løntakarar frá 1988 fram til 2008, men so vendi, og eru allar minkaðar seinastu átta árini. Hetta merkir, at seinastu átta árini hevur handilsvinnan bert havt vøkstur í Streymoyar sýslu, fyri restina av landinum er gongdin, at færri arbeiða í handli og umvæling. Serliga stór er afturgongdin í Suðuroyar og Sandoyar sýslum, har tað nú eru yvir 30% færri í vinnugreinini, samanborðið við 2008. Eisini Norðoya sýsla hevur stóra afturgongd, har umleið fimti hvør er farin úr vinnuni seinastu átta árini.