Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Veðurskaðar innan økir hjá Landsverki

ÓDNARSKAÐAR: Heldur ikki innan økir hjá Landsverki fóru jólaódnirnar skaðaleysar framvið. Á Glasi skrædnaði fyribilstakið, sum er lagt á fyri at halda bygningin tættan. Sostatt kann í løtuni ikki arbeiðast við fullari megi innan í bygninginum. Annar kupilin á Sornfelli hoyknaði undan nógva vindinum, og kring landið elvdi ódnin til skaðar á eitt nú veðurstøðir, bussskýlir, skeltir og annað.

Jólaódnirnar við óvanliga hørðum hvirlum fóru sjálvandi ikki skaðaleysar framvið ognum og byggiplássum hjá Landsverki. Mesta vindin máldi veðurstøðin á Norðradalsskarði 26. desember klokkan 06.08, har ferðin var slakar 79 metrar um sekundið.Dømir um skaðar eru fleiri bussskýlir, ein koppaður ferðgái, nógv vegvísingarskelti ymsastaðni, eins og skaðar á nakrar av veðurstøðunum kring landið.Fólk frá stovninum arbeiða við at fáa brekini í rættlag, men tað fer at ganga nakað av tíð, áðrenn allir skaðarnir eru bøttir.

Størri kupilin á Sornfelli, ið hýsir radaranum hjá Naviair, hoyknaði undan nógva vindinum og elvdi til skaða á radaranum. Ein 35 metra long gittarmastur, sum stendur millum báðar kuplarnar og hýsir fleiri antennum, er eisini skadd og má skiftast út. Í løtuni verður arbeitt við at tryggja mastrina, til nýggj mastur verður sett upp í mai.

Á Glasi hendi tað, at fyribilstakið, ið varð lagt á í heyst, og sum skal halda bygningin turran, skrædnaði undir aðrari ódnini. Hóast talan er um ein tryggingarskaða, ber hetta tíverri í sær, at partur av innanduraarbeiðinum verður darvaður, tí væta nú sleppur inn í bygningin. Tað ber tó til at umskipa nakað av arbeiðinum soleiðis, at hetta sum heild ikki fær stórvegis avleiðingar fyri samlaðu verkætlanina.

– Vit kunnu tó fegnast um, at sjálvur bygningurin við stóru glasfasadunum hevur staðið sína roynd og ikki fingið nakran skaða, men hevur hildið ímóti ógvusliga og drúgva ódnarveðrinum um jólini, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Skaðar á ognir hjá Landsverki eru ikki ókendar og nærum ómøguligir at fyribyrgja, tá náttúran ger um seg við slíkari megi. Seinast hendi hetta í ódnini nakrar dagar undan jólum í 2013, tá umleið 70 skaðar vórðu skrásettir á landsvegakervinum. Ta ferðina var tó í størstan mun talan um smærri skaðar.